Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gunnar Hjelm næst elstur av 81 luttakarum til DM í bodybuilding

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.09.2024 - 13:57 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Gunnar Hjelm næst elstur av 81 luttakarum til DM í bodybuilding

 

DM í bodybuilding hevur ikki verið fyriskipað tey seinastu fimm árini. Koronafarsóttin gjørdi av við danska felagskapin ið tók sært av fitness og bodybuilding, men nú er so felagið endurstovnað og skipar hetta vikuskiftið fyri DM innan hesar ítróttargreinar.

Fyri at fáa atgongd til sjálva DM kappingina í morgin, sunnudagin, skuldu allir luttakararnir til innleiðandi kapping í dag.

Sambært heimasíðuni hjá nýggja felagskapinum “Det nye DBBF” er kappingin í dag ein sonevnd debutant kapping.

Gunnar er tilmeldaður í tveimum Master flokkum, nevniliga +50 ár og +60 ár. At tað eisini er gjørligt hjá Gunnari at stilla upp í +60 ár, kemst av, at hann seinni í ár rundar tey seksti.

Í dag lá ræði fyri hjá Gunnari. Hann gjørdist nummar 2 í +60 ár bólkinum og gjørdist nummar 3 í +50 ár bólkinum. Sostatt hevur Gunnar staðiliga prógvað, at hóast ein nærkast teimum seksti, ber væl til at gera seg galdandi innan bodybuilding.

Gunnar kom soleiðis uttan trupuleikar víðari í kappingini og verður við til sjálva DM kappingina í bodybuilding í morgin.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC