Lýsing
Lýsing
Lýsing

Metstórur stuðul frá Team Rynkeby

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.09.2024 - 18:34 Tíðindi

Innkomna peningaupphæddin í ár er 1.770.000 kr. Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin til París í ár, var handaður Ragnari Isaksen vegna Cystisk fibrosufelagið á samkomu í Aulini í Eysturskúlanum í dag. Nakað av stuðlinum í ár verður eisini latin Autismufelagnum og ADHD-felagnum

 

 

Tá ið Team Rynkeby á sinni byrjaði, varð stuðulin einans latin børnum við krabbameini og familjum teirra. Hetta er nú broytt soleiðis, at Team Rynkeby letur stuðul til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra, og sostatt eisini til børn við til dømis lungna- og hjartasjúkum.

Onnur ár er stuðulin latin Beranum og Sinnisbata. Team Rynkeby vil við hesum miriliga takka fyri allan stuðul og styrk sum privatpersónar, feløg, fyritøkur og kommunur á ymsan hátt veita okkum í okkara stremban eftir at gera nakað gott fyri onnur, samstundis sum vit gera nakað gott fyri okkum sjálv.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag