Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
Fylgið við konsertferðini við áhugaverdum ferðafrásagnum og myndum her á Norðlýsinum komandi dagarnar. Fjórði partur hesaferð.
Í dag er sunnudagur og meira var gjørt burtur úr morgunmatinum. Mett og væl sett av enskum morgunmati, koyrdu vit við bussinum alla leiðina til New Lanark, har vit skuldu til seinastu konsertina á ferðini hjá okkum.
Konsertin endaði við einum braki, tá okkara børn framførdu Scotland the Brave saman við ungdómsorkestrinum hjá Dalmellington Brass Academy. Tey koma frá einum øki kring Ayr og Kilmarnock og teljast millum fremstu ungdómshornorkestur í landinum. Tað er als ikki óvanligt, at blásarar úr Dalmennington eru í fremstu røð sum solistar ella sum orkestur, og hvørt ár fara fara fleiri blásarar á tónleikaháskúlar ella á konservatorii. Vit mugu siga, at Dalmennington gav okkum eina uppliving av teimum stóru, og tey høvdu sett eina skrá saman, sum fevndi um alt frá traditionellum brasstónleiki til modernaðan popp- og filmstónleik.
Í dag var konsertin í New Lanark Mills, ið er eitt gamalt spinnarí. New Lanark er á listanum hjá Unesco við varðveitingarverdum mentarnararvum. Hetta var ein ídnaðarbýlingur, sum var eitt sindur øðrvísi enn vanligt var. New Lanark Mills er gamalt spinnarí og mylla, ið brúktu stóru nøgdirnar av vatni í ánni Clyde til at virka ull og klædnavørur. Tá virksemið var í hæddini vóru 2300 vaksin og børn til arbeiðis. Eitt sum er sermerkt við New Lanark er, at tey, sum arbeiddu har høvdu, eftir táverandi standardum, góðar umstøður til bæði arbeiði og frítíð. Har var skipað barnaansing, skúli og frítíðarvirksemi. Spinnaríðið í New Lanark var virkið til nítjanhundraðogsekstiárini. Í dag eru partar av spinnarínum enn í gongd. Nú virka tey lokala seyðaull til tógv, sum var til keypts. Umframt ymiskt hondvovið við teirra egnu ull. Økið kring New Lanark er serstaka náttúruvakurt. Uttan mun til hvønn veg ein vendir sær er okkurt sum er vert eina myndatøku. Er áhugi at vita meira um staðið, kann lesast meira her: newlanark.org
Glaða og lívliga lagið ”Alright” hjá Danny and the veetos varð framført á øllum trimum konsertunum á ferðini. Í dag fekk Danny hetta at vita, og hann heilsar børnunum og sigur, at hann fegnast um hetta, og at hann leggur tað út á Instagram.
Ein serstøk uppliving var eisini at hitta Lisu James, ið undirvísti í tónleiki í Føroyum eitt skifti í nítiárunum. Millum annað stjórnaði Lisa Tvøroyrar Hornorkestri eitt skifti. Hetta er, sum tit vita, um somu tíð sum okkara Fiona var í Klaksvík fyrra ferð. Fiona og Lisa komu tá at kennast sera væl, og hava hildið sambandi sínamillum í meira ein tretivu ár. Lisa, ið framvegis er ein úrmælingur á euphonium, er í dag tilknýtt Dalmennington Brass Academy.
Í góðveðinum eftir konsertina kundu vit taka okkum av løttum eina løtu. Nøkur fóru á New Lanark savnið, onnur fóru at keypa sær ein bita at eta ella ein ís. Uppaftur onnur gingu eftir eini skógargøtu framvið ánni Clyde inn til ein vakran foss.
Tá klokkan nærkaðis 15.00 byrjaði ein ávísur fjáltur at koma á ferðalagið. KÍ skuldi spæla týdningarmiklan dyst ímóti HB. Telefonir plingaðu óført um byrjunaruppstilling, og hvussu vit nú á bestan hátt kundu fylgja við dystargongdini.
Onkur pápi gjørdi skjótt av, og fekk gongd í eina stroyming. Skjótt savnaðust fótbóltsáhugaði, og onkur forvitin skoti stakk eisini høvdið inn í trunkan at vita, hvat øll mundu hyggja eftir. Tit kunnu ætla, at frøin var stór, tá KÍ legði seg á odda, og høvdu hornini ikki verið pakkað í bussin, tá dómarin blásti av, hevði onkur blásari helst latið ”Liðið tað eitur KÍ” rungað um allan dalin.
Afturkomin á vallaraheimið, tók ein rørd Fiona orðið og takkaði fyriskiparunum fyri avbera væl fyriskipaðan túr. Eisini nýtti hon høvi at takka stuðlum, foreldrum, Musikkskúlanum og Skúlatrøð fyri hetta samstarvið, og møguleikan at seta eitt skúlaorkestur á stovn. Fiona og Milja róstu børnunum fyri at vera so røsk, dugnalig og ágrýtin.