Lýsing
Lýsing
Lýsing

Onnur hvør byggifyritøka hevur trot á arbeiðsmegi

SKRIVAÐ: Landsbanki Føroya  |  20.09.2024 - 10:06 Tíðindaskriv

Fleiri stórar verkætlanir eru í gongd og byggivinnan hevur í miðal ordrabøkurnar fullar eitt ár fram. Onnur hvør byggifyritøka boðar frá, at trot á arbeiðsmegi er størsta forðingin í framleiðsluni.

 

Metingar fyri íløgur í gerð og væntaðar íløgur benda á, at eftirspurningurin hjá byggivinnuni framvegis er stórur. Nakrar av teimum størri almennu og kommunalu verkætlanunum verða væntandi lidnar í ár, tó tykist eftirspurningurin hjá almenna geiranum framvegis at verða stórur í 2025. Harumframt veksa privatu íløgurnar væntandi í 2025.

Ordrabøkurnar hjá byggivinnuni eru fullar eitt ár fram, men onnur hvør byggifyritøka boðar frá, at trot á arbeiðsmegi er størsta forðingin í framleiðsluni.

Búskaparráðið hevur áður gjørt vart við, at tað er óheppið at tað almenna, tað vil siga land og kommunur, leggja óneyðugt trýst á byggivinnuna við at seta stórar byggiverkætlanir í gongd í góðum tíðum, samstundis sum tað privata ger stórar íløgur. Hetta tí eftirspurningurin hjá tí almenna økir uppaftur meira um eftirspurningin eftir arbeiðsmegi í byggivinnuni, sum kann elva til lønartrýst í byggivinnuni, og harvið dýrkar byggiverkætlanirnar hjá bæði tí almenna og privata.

Les heystfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skal løgmaður nú umskriva allar heimsins…
KJ ger um seg í Íslandi
Føroyar fingið nýggjan altjóða talvmeist…
1.deild hjá KÍ vann á toppliði
Hotel Djurhuus deildin í flogbólti í gon…
Føroyskar fyritøkur á Icefish sjóvinnust…
Høgni Hoydal, lands­stýris­maður, setti Vi…
Veðrið um vikuskiftið
Støddfrøði í kroppin - í 1.a
Fingið nokk av tær
Polestar deildin í flogbólti fer av bakk…
Okkum tørvar eina greiða váðaflokking av…
Skulu vit blíva við at peika?
Onnur hvør byggifyritøka hevur trot á ar…
Sambands­flokku­rin leggur fram slóðbrótan…
Ein løgmaður sum peikar
Ian Andersen vann tvey gullmerki í EM-Go…
Nýggj flutningsfyritøka sær dagsins ljo…
Borgaralistin í Eystur­kommunu fullmannað…
Adrenaline við nýggjum staklagið!