Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skal løgmaður nú umskriva allar heimsins leiðslubøkur?

SKRIVAÐ: Eyðstein Ó. Poulsen  |  20.09.2024 - 23:48 Politikkur Tíðindaskriv

Ábyrgdarloysi løgmans, ið hevur tikið við evsta valdi landsins og hevur leitt landið í atgerðarloysi, er hjartanemandi, nú hann spyr: Hví peika føroyingar eftir mær?

 

Løgmaður roynir at sleppa sær undan ábyrgdini av fíggjarliga hallinum í landskassanum, og tað er á markinum til ynkiligheit. Sambært honum er tað ábyrgdarleysa íløguætlanin hjá undanfarna landsstýri, ið hevur alla ábyrgd av neyðini, ið hann hevur leitt samgonguna og landið í. Moody’s verður brúkt sum skálkaskjól ímóti øllum kritikki. Vit eru mong, ið undrast á neyðarsliga leiðslustíl løgmans!

Hvørjum skulu vit peika eftir, um ikki eftir evstu stýring føroyinga, tá vit síggja eitt vaksandi undirskot í landskassanum? Leiðsla snýr seg ikki um at peika, men um at taka ábyrgd og standa við tær avleiðingar, ið tú sum leiðari eigur. Føroyingar hava uppiborið betur enn ein “góða mamma tað var ikki eg” løgmann.

Um vit fylgja logikkinum hjá løgmanni, skuldi ein trúð, at hvør einasta samgonga kundi sloppið sær undan ábyrgdini fyri halli við at peika á fortíðina. Er tað ikki júst leikluturin hjá einum leiðara, umframt at stýra sær sjálvum, eisini at megna bæði at handfara arv og komandi avbjóðingar? Um ikki, so kunnu vit helst blaka allar leiðslubøkur burtur og bíða eftir, at Moody’s finnur loysnirnar

 

Eyðstein Ó. Poulsen

Klaksvíkar Kommuna

Folkaflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skal løgmaður nú umskriva allar heimsins…
KJ ger um seg í Íslandi
Føroyar fingið nýggjan altjóða talvmeist…
1.deild hjá KÍ vann á toppliði
Hotel Djurhuus deildin í flogbólti í gon…
Føroyskar fyritøkur á Icefish sjóvinnust…
Høgni Hoydal, lands­stýris­maður, setti Vi…
Veðrið um vikuskiftið
Støddfrøði í kroppin - í 1.a
Fingið nokk av tær
Polestar deildin í flogbólti fer av bakk…
Okkum tørvar eina greiða váðaflokking av…
Skulu vit blíva við at peika?
Onnur hvør byggifyritøka hevur trot á ar…
Sambands­flokku­rin leggur fram slóðbrótan…
Ein løgmaður sum peikar
Ian Andersen vann tvey gullmerki í EM-Go…
Nýggj flutningsfyritøka sær dagsins ljo…
Borgaralistin í Eystur­kommunu fullmannað…
Adrenaline við nýggjum staklagið!