Lýsing
Lýsing
Lýsing

KJ ger um seg í Íslandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.09.2024 - 23:33 Ítrottur Tíðindi Vinna

Stórar ætlanir eru um bygging av fleiri smoltstøðum fram við sjóvarmálanum við Torleikshøfn. Ymiskar alifyritøkur hava verltælanir ígongd í økinum og samskifti hevur verið ígongd við First Water í eina tíð um eina pumpuskipan til jarðarhol til nýggju og stóru smoltstøðina hjá teimum. Arbeiðið inniber rørleiðing og pumpuskipan úr boriholunum og upp til jarðarflatuna.

 

Avtalan er komin í hús á stóru fiski- og alivinnusølustevnuni, sum verður hildin í Kópavági í Íslandi nú um dagarnar. Á myndini síggjast Gudmundur Thordarson, byggileiðari hjá First Water, og Jóannes Mørkøre, søluráðgevi hjá KJ. 

KJ hevur síðstu árini gjørt um seg í Íslandi, og í løtuni hevur KJ fýra størri verkætlanir ígongd. Talan er um nýbygging av smoltstøðum kring um í Íslandi, og verkætlanirnar eru í fleiri byggistigum. Viggo Johannesen, stjóri hjá KJ sigur, at “gongdin í Íslandi er gleðilig, og vit eru til reiðar at veita okkara tænastur og vørur til íslendsku alivinnuna – bæði á landi og á sjógvi.“

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skal løgmaður nú umskriva allar heimsins…
KJ ger um seg í Íslandi
Føroyar fingið nýggjan altjóða talvmeist…
1.deild hjá KÍ vann á toppliði
Hotel Djurhuus deildin í flogbólti í gon…
Føroyskar fyritøkur á Icefish sjóvinnust…
Høgni Hoydal, lands­stýris­maður, setti Vi…
Veðrið um vikuskiftið
Støddfrøði í kroppin - í 1.a
Fingið nokk av tær
Polestar deildin í flogbólti fer av bakk…
Okkum tørvar eina greiða váðaflokking av…
Skulu vit blíva við at peika?
Onnur hvør byggifyritøka hevur trot á ar…
Sambands­flokku­rin leggur fram slóðbrótan…
Ein løgmaður sum peikar
Ian Andersen vann tvey gullmerki í EM-Go…
Nýggj flutningsfyritøka sær dagsins ljo…
Borgaralistin í Eystur­kommunu fullmannað…
Adrenaline við nýggjum staklagið!