Lýsing
Lýsing
Lýsing
Anna  Lovisa Mýri og Hørður Joensen

Tveir nýggir IRONMAN

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.10.2024 - 11:12 Ítrottur Tíðindi

Seinasta sunnudag 6. oktober gjøgnumførdu Anna  Lovisa Mýri og Hørður Joensen teirra fyrsta IRONMAN

 

Kappingin fór fram í Calella, sum er ein lítil býur beint uttanfyri Barcelona.

Í alt vóru umleið 3.200 luttakarar við í kappingini, sum umfataði 3.800 metrar svimjing á sjónum, 180 kilometrar súkkling og síðani eitt heilt marathon á 42,195 km.

Anna Lovisa Mýri gjøgnumførdi kappingina upp á 12 timar og 53 minuttir meðan Hørður Joensen kom á mál eftir 11 tímar og 54 minuttir.

Samanlagt gjørdist Anna Lovisa nr. 237 av 374 kvinnum, meðan Hørður gjørdist nr. 1.449 av 2.355 monnum, men samanumtikið var teirra fremsta endamál at gjøgnumføra kappingina.

Fyrireikingarnar hjá Anna Lovisu hava verið í Klaksvík, men eisini Hørður hevur havt meginpartin av sínum venjingum í Klaksvík, har hann hevur gingið á Tekniska Skúla og leikt flogbólt við Mjølni

Í sambandi við kappingina, so var ein luttakari so óheppin, at hann doyði undir kappingini. Óhappið hendi undir svimjingini, tá hesin fekk trupulleika og var funnin flótandi í sjónum. 41 ára gamla kvinnan var fingin í land, men doyði í sjúkrabilinum ávegis til sjúkrahúsið.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fara beinanvegin at lækka oljuprísirnar
Myndarøð: Lands­stýrið tilnevnt í Tingane…
Team Klaksvík hevði hugnaløtu
Leigustuðulin liggur fyrst fyri
Nógvar endur­skoða­nir í væntu innan útbúg…
Steffan Klein Poulsen nýggjur formaður í…
Visit Faroe Islands kann taka tað róligt
Lágt-hangandi fruktir­nar fyrst
Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldu…
Týdningu­rin av fakfeløgum viðurkendur
RSP taka yvir Tórsfest 2026
Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2…
Breið undirtøka fyri evstu embætunum og…
Sýning av heimildarfilmi­num BIRITU og ve…
Veðrið til á middegi í morgin
Fyrsti tingfundur hesa valsetuna
Hvørja vinnuliga framtíð ynskja vit í No…
Skulu hava tamarhald á dystinum
Formansrøðan hjá Sirið Stenberg á flokst…
MEST: - Fasttrack skipanin hevur stórt v…