Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vel eina sterka rødd í býráðið

SKRIVAÐ: Monica Ósá Henriksen  |  11.10.2024 - 22:22 Politikkur Tíðindaskriv

Eg stilli upp til býráðsval, tí eg ynski at vera ein sterk rødd fyri borgarar í Klaksvíkar kommunu

 

Vit eru nógv, ið hava góð hjartamál og hugskot, men tað er umráðandi, at vit fáa eina rødd, sum hoyrist í býráðnum og ger mun. 


Klaksvíkar kommuna skal standa í fremstu røð. Tað skal vera gott og trygt at búgva her.
Eg komi næstu vikurnar, at greiða nærri frá mínum hjartamálum. Eg vil millum annað arbeiða fyri, at:

  • Betra um korini hjá barnafamiljum. 
  • Skapa trygga og góða ferðslu.
  • Skapa betri trivnað í kommununi.
  • Betra um samskiftið millum kommunu og vinnu. 
  • Skapa betri karmar hjá eldraøkinum og heilsuøkinum. 
  • Fáa nýggja fimleikahøll.
  • Fáa bíligar leigubústaðir til lesandi og lærlingar.


Eg trúgvi uppá, at vit kunnu skapa betri umstøður fyri øll, um vit saman arbeiða at økja trivnaðin, javnrættindini og møguleikarnar í okkara býi.

Mítt mál er at ávirka ein jaligan hugburð í býráðnum, har hugskot kunnu blóma, so vit tryggja, at hvør einasti borgari, ung sum eldri, frísk sum sjúk, kunnu vera hoyrd og sædd. 

Fyri at fremja hetta er umráðandi, at vit fáa nýggjan íblástur og nýhugsan inn í arbeiðsætlanina hjá býráðnum, sum kunnu taka bæði eyðkenni og tørv í samrøðuna. 

Eg vil arbeiði hart fyri at seta broytingar í verk, ið spegla tørvin í okkara samfelag.

Latið okkum saman arbeiða fyri, at skapa eitt meira greitt, opið og fevnandi politiskt umhvørvi, har hvør borgari hevur eina ávirkan. Tí saman kunnu vit gera mun.


EITT SINDUR UM MEG

Eg eri 31 ára gomul. Gift við Atla Henriksen og saman eiga vit tríggjar gentir, Eydna, Petra Lovisa og Lilja, sum eru 7, 6 og 3 ár.

Eg havi seinastu sjey árini verið sjálvstøðugt vinnurekandi og eigi og reki eg Madame Vælveru, sum heldur til í Biskupstorginum.

Eg eri errin av, at reka mína egnu fyritøku í Klaksvík. Vinnan stendur í blóma og við einum staðbundnum búskapi kann vinnan vera sambindingarliðurin til trivnað, vøkstur og vælferð í okkara kommunu.

Í mínum arbeiði royni eg at skapa møguleikar, sum ikki einans gagnar míni egnu fyritøku, men aðrar fyritøkur rundan um meg og býin sum heild. 

Sum vinnurekandi eri eg saman við nógvum fólkum hvønn dag, sum eg haldi vera spennandi og gevur orku. At fáa eitt gott prát og geva íblastur til hvønn annan, er nakað heilt serligt. Eg eri málrættað, nærløgd, og dámi væl at vera kreativ. Eri jalig og framsøkin.

Við mínum vinnuliga íblástri, vóni eg at inspirera onnur at taka aktivan lut, at forma framtíðina hjá Klaksvíkar kommunu, so vit fáa ein livandi, spennandi og innbjóðandi kommunu at virka í.


Monica Ósá Henriksen
Valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni