Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Síðsti heimadystur í ár er lagnudystur

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  13.10.2024 - 09:53 Ítrottur Tíðindi

Tað er trýst á føroyska liðnum fyri at vinna heimadystin í kvøld móti Lettlandi.

Skulu Føroyar ikki enda aftast í bólkinum, so skal kvøldsins dystur helst vinnast, tí eftir hendan dystin eru bara útidystir eftir í Norðurmakedónia og Armenia, og har verður torført at vinna.

Føroyar hava fingið tveir javnleikir á heimavølli í sínum heimadystum, har talan hevur verið um undirhaldandi dystir, sum kundu farið báðar vegir. Lettland er tað liðið, sum av teimum flestu verður mett sum tað veikasta av teimum trimum, sum Føroyar møta í bólkinum, og tí er tað her, at møguleikin fyri at vinna á pappírinum er størstur. Føroyar hava ikki vunnið ein kappingardyst síðani 2022, og tað hevur eisini lagt trýst á landsliðsvenjaran, sum hevur brúk fyri einum sigri fyri at betra um sínar møguleikar at halda fram í starvinum í 2025, har hann hevur sáttmála. Starvsnevndin í FSF hevur sambært Sosialinum og portal.fo havt fund um framtíðina hjá landsliðsvenjaranum, so hann situr ikki tryggur.

Sambært in.fo so verða tveir KÍ-leikarar frá byrjan í kvøld. Odmar Færø í miðverjuni og René S. Joensen á høgra vongi.

Dysturin á Tórsvølli byrjar kl. 19.45.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heini Vatnsdal fær 2025 uppá pláss skjót…
Grabbin settur í til nýggja aulu
Challenge Cup: Mjølnir spæla kl. 19.00 í…
Brimborg letur upp
Kom og Dansa
Borgar­stjórar­nir við Skálafjørðin hava u…
Merkt grind ferðast støðugt suðureftir
Bátafelagið hevur uppiborið eina skjóta…
Rasmus S. Jacobsen stillar upp fyri Norð…
Ert tú skøddur til veturin! 
Súni Anthoniussen bjóðar seg fram
MAF Mission Aviation Fellowship í Betesd…
Eldraøkið hevur tveir akuttar trupulleik…
Skarvslop eftir gott OL
Tollsamstarvið við Danmark og Grønland v…
Patrick Da Silva heldur neyvan fram í KÍ
Skipan av øki 14 í miðbýnum tikið av býr…
KVF: Amonsson fortaldi okkum ikki um til…
Húsarhalds­skúli Føroya 50 ár og Nýnorður…
Mentan­arnáttin Heystglóð í Klaksvík leyg…