Lýsing
Lýsing
Lýsing

Súni Anthoniussen bjóðar seg fram

SKRIVAÐ: Súni Anthoniussen  |  15.10.2024 - 09:57 Politikkur Tíðindaskriv

Eg bjóði meg fram sum valevni fyri Norðoya Javnaðarfelag, tí eg ynski at gera ein mun í okkara kommunu. Mær dámar væl at hava nógvar bóltar í luftini í senn, og persónliga stórtrívist eg í Klaksvík, men eg stilli ikki upp til býráðsval fyri at økja um mín egna trivnað – eg vil fegin skapa karmar, soleiðis at øll onnur eisini kunnu trívast líka væl sum eg í Klaksvíkar kommunu.

 

Eg eiti Súni Anthoniussen og eri 34 ára gamal. Eg eri føddur og uppvaksin í Klaksvík. Mamma mín er úr Haraldssundi og pápi mín er úr Klaksvík. Eg havi búð í Klaksvík nærum alt mítt lív, burtursæð frá tá eg var í útlegd í Havn í eitt ár, hálvtannað ár á Kambsdali og eitt hálvt ár á Tvøroyri – alt hevur verið í samband við útbúgvingar, men adressan hevur altíð verið í Klaksvík.

Foreldur míni hava alt tað eg minnist, gingið høgt uppí at lagt týdningin av at arbeiða niður í meg. Tað hevur tænt mær væl, og tískil havi eg rættiliga drúgvar arbeiðsroyndir. Eg havi egnt, siglt og smíðað. Eg havi verið barrvørður, pedagogur, sølumaður, leiðari, fornfrøðingur, býargartnari, umframt tað havi eg arbeitt á Norðoya Fornminnissavnið, Kósini og Føroya Bjór.

Í dag leggi eg seinastu hond á mína útbúgving í søgu á Fróðskaparsetri Føroya, samstundis sum eg arbeiði í Húsinum og Fullpower. Eisini plagi eg at fáa ymiskar fyrifallandi arbeiðsuppgávur á Tjóðsavninum, ið eru viðkomandi fyri mína útbúgving.

Eg bjóði meg fram sum valevni fyri Norðoya Javnaðarfelag, tí eg ynski at gera ein mun í okkara kommunu. Mær dámar væl at hava nógvar bóltar í luftini í senn, og persónliga stórtrívist eg í Klaksvík, men eg stilli ikki upp til býráðsval fyri at økja um mín egna trivnað – eg vil fegin skapa karmar, soleiðis at øll onnur eisini kunnu trívast líka væl sum eg í Klaksvíkar kommunu.

Verið eg valdur, so fari eg at leggja nógv fyri, at borgararnir eisini vera hoyrdir tá ið týðandi byggisamtyktir vera viðgjørdar. Seinastu árini hevur man verið vitni til, at borgararnir oftani eru ónøgdir um, at kommunan hevur samtykt ávísar byggisamtyktir. Eg haldi, at tað er av stórum týdningi at samskiftið og samspælið millum kommunu og borgara gerst sjónligari í býnum.

Komandi tíðina fari eg at geva lesarabrøv út, sum snúgva seg um ymisk lokal viðurskiftir. Niðanfyri eru míni hjartamál:

·      Býarfríðkan og planlegging

·      Mentan og Ítróttur

·      Barnagarðsøkið

·      Eldraøkið

·      Ungdómshús

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rasmus S. Jacobsen stillar upp fyri Norð…
Ert tú skøddur til veturin! 
Súni Anthoniussen bjóðar seg fram
MAF Mission Aviation Fellowship í Betesd…
Eldraøkið hevur tveir akuttar trupulleik…
Skarvslop eftir gott OL
Tollsamstarvið við Danmark og Grønland v…
Patrick Da Silva heldur neyvan fram í KÍ
Skipan av øki 14 í miðbýnum tikið av býr…
KVF: Amonsson fortaldi okkum ikki um til…
Húsarhalds­skúli Føroya 50 ár og Nýnorður…
Mentan­arnáttin Heystglóð í Klaksvík leyg…
Klaksvíkar Dansifelag 70 ár
Eru vit bert áskoðarar?
Veðrið í vikuni
Bókaframløga á Reinsarí­num í kvøld
Ònøgd
Nýval í Íslandi
Framtíðin í okkara hondum: Trivnaður og…
Saman kunnu vit menna norð­oyggjar!