Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ònøgd

SKRIVAÐ: Jóhannes M. Olsen    |  14.10.2024 - 08:24 Lesarabrøv Mentan

Ì landi okkara uppliva vit til ávísar tíðir, t.d. í Suðuroy søkkladnar Varða bátar siglandi inn eftir fjørðinum. À tær sjónir -, og somuleiðis inn um Enni í Fuglafirði, har m.a. eg persónliga búðleikist. Eygu míni kennast mangan fuktig.

 

Mong av sambúgvum okkara í hesum landi, hava ikki bert hoyrt orðatakið um, at ongin á morgni, veit hvar hann á kvøldi gistur o.s.v. og at hetta fyri mong er ein sannroynd tey kunnu siga frá.

T.d. tosaði eg vi ein mann nú um dagarnar, íð segði frá, um nærmast troystaleysu støðu hann og familjan vóru í, nú húsmamman var rakt av ,álvarsamari sjúku. Hon var á vitjan á bygd, sum heldivís hevði tunnilsamband við meginlandið, og kundi skjótt við bil komast. til landsjúkrahúsi, har eitt læknatoymi tók ímóti tá íð komið var fram, óansæð um her hevði verið talan um helikoptarafluttning, her var talan um skjótan flutning, sum land okkara eisini evnaði at veita uppá tveir mátar skuldi tað verið.

Hóast ónøgdin nærmast alla staðir tykist hava fingið fótafesti. Himmalski faðir okkara legði kong David á hjarta m.a. í sálma 132:”, at Zion er búðstaður mín til ævigar tíðir, her skal eg búgva, tí hetta er staður í eg havi tráða eftir,” Persónliga kenni eg meg, ikki sørt raktan av hesum orðum, sum føroyingur, tá so sagt verður í sama viðfangi,” føðina skal eg signa, hini fátøku her skal eg metta við breyð”.

Ì landi okkara uppliva vit til ávísar tíðir, t.d. í Suðuroy søkkladnar Varða bátar siglandi inn eftir fjørðinum. À tær sjónir -, og somuleiðis inn um Enni í Fuglafirði, har m.a. eg persónliga búðleikist. Eygu míni kennast mangan fuktig. Tí har umborð hevur verið, á blanka alminiumsdyrkinum besta arbeiðs pláss mítt, tann tíð tað var, nú er tað minnir-. Men arbeiðara fjøldin møtir upp bæði sunnan og norðanfjørðs og skaffar sær m.a. eins og manningarnar umborð, grundstykkir veggir gólv, tak og breyð og klæðir. Heilsuna hjá arbeiðshendrunum, bøta vit um neyðugt við ambulansum og helikoptarum.

At enda, nú fyri mongum árum, hitti eg tá ein aldrandi trúgvandi íð kom ímóti mær á gøtuni í Tórshavn spurdi, má eg siga tær nakað, eg takkaði bert, so lat hann meg vita, eins og var hann profetur, at  ”Harrin kemur ongantíð, ongantíð, at skylda tær eina krónu-,” nú eru ár mín kropin upp í hæddina og trúnna uppá orðini frá vininum møða meg ikki, slappi nú av í veruleikanum av orðum hansara.

Jóhannes M. Olsen  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…