Lýsing
Lýsing
Lýsing

Framtíðin í okkara hondum: Trivnaður og trygd í fokus

SKRIVAÐ: Álvur M. Zachariasen  |  13.10.2024 - 22:41 Politikkur Tíðindaskriv

Klaksvíkin og bygdirnar í kommunini hava óteljandi møguleikar at mennast, men fyri at fáa fulla nyttu burturúr, mugu vit tryggja, at trivnaður, vælferð og praktiskir tørvir hjá borgarunum eru í hásæti. Tað snýr seg ikki bert um at loysa smáar trupulleikar, men um at seta stór mál, sum lyfta økið til eina betri framtíð.

 

 

 

 

Trivnaður hjá børnum og ungum

Trivnaðurin hjá borgaranum er lykilin til eitt gott samfelag. Eg vil vera við til at styrkja tænasturnar í kommununi, so at børn, ung, eldri og familjur kunnu liva eitt trygt og mennandi lív. Hetta inniber at betra um trivnaðin í skúlunum við góðum arbeiðsumstøðum fyri lærarar og næmingar. Eg meti, at um vit hava røttu arbeiðisumstøðurnar fyri okkara minstu borgarar, eru vit við til at menna tey, og tryggja okkum, at tey fáa eina góða byrjan inn í vaksna lívið. Fyri at hesi børn skulu mennast og trívast, vil eg eisini verða við til at tryggja, at øll børn og ung hava atgongd til frítíðartilboð og ítrótt. Við at hava eitt frítíðarkort, eru vit við til at tryggja likamliga og sálarligu heilsuna hjá børnunum, umframt at líkastilla øll børn.

 

Mentan og ítróttur í kommununi

Ítróttur og mentan eru stórur partur av felagskensluni og trivnaðinum í kommununi. Eg vil arbeiða fyri, at betra um bæði ítróttaranlegg og mentanartilboð, so øll hava atgongd til virksemi, ið fremur bæði likamligan og sálarligan trivnað. Við at stuðla felagstiltøkum kunnu vit savna fólk saman, og skapa ein fjølbroyttan mentanar- og ítróttarvøkstur, sum økir trivnaðin í øllum aldursbólkum.

 

Røkt og umsorgan fyri eldri

Eitt annað økið, ið eg meti tørvar at blíva røkta hesa setuna, eru tey elstu av okkara borgarum. Hesi menniskju hava tænt kommununa ígjøgnum nógv ár, hava verið við til at uppala okkara kæru. Okkara eldri borgarar fáa góða røkt og umsorgan annaðhvørt í egnum heimið ella á røktarheimið. Sum nú er, eru fá tilboð til okkara eldru borgarar, og meti eg, at hetta er nakað vit sum kommuna kunnu raðfesta. Hetta er við til at tryggja eitt virðiligt lív. Ein sterkur eldrapolitikkur stuðlar undir eitt lív við virknari luttøku og tryggum bústaðarviðurskiftum.

 

Vinnulívsmenning og íverksetan

Kommunan skal stuðla nýskapan og menna vinnulívið. Við at skapa góðar karmar fyri smáar og miðalstórar fyritøkur kunnu vit tryggja fleiri arbeiðspláss. Tað inniber at lætta um hjá vinnulívinum, bæði við skjótt at fáa loyvir, góðan infrastruktur og at stuðla íverksetum og nýskapandi verkætlanum. Burðardygg menning av vinnulívinum er eitt týðandi mál, ið skal vera miðdepilin í tí strategi, ið tryggjar langtíðarvøkstur.

 

Náttúruvernd og burðardygg menning

At verja náttúruna og tryggja eina burðardygga menning er ein av týdningarmestu uppgávunum hjá kommununi. Við at raðfesta orkusparandi átøk, gera bygningar meira orkueffektivar og stuðla grønari orku, kunnu vit leggja lunnar undir eina grøna framtíð.

 

Grøn økir og trivnaður

Við at fríðka um grønu økini runt í kommununi, eru vit við til at tryggja góðar umstøður fyri børn og ung. Okkara yngstu borgarir skulu hava atgongd til grøn økir, har møguleiki er at spæla, mennast og læra. Við at endurskapað og fáa fleiri spælipláss, gongubreytir og súkklubreytir, eru vit við til at eggja og skapað sunnan trivnað.

Við at fríðka um runt kring kommununa, eru vit við til at skapað støð, ið borgarin kann vera errin av. Eg vil arbeiða fyri, býðurin, eins og tær smáðu bygdirnar í kommununi, hava grøn økjir við fleiri trøðum og spæliplássum, har einstaki borgarin kann mennast og trívast. Hetta stuðlar undir sálarligu og likamligu heilsuni hjá borgarinum.

 

Bústaðarpolitikkur og menning

Fólkatalið í kommununi er støðuðari menning, og tíðskjil verður tørvur á fleiri búðstøðum. Vit sum kommuna skulu tryggja okkum, at borgarin hevur ein tryggan og rímiligan bústað. Í dag er tað ein stór avbjóðing at finna bústaðar, serliga hjá ungum familjum, einstaklingum og tilflytarum. Eg ynski at arbeiða fyri einari kommunu, ið stuðlar fleiri íbúðarverkætlanum, bæði í býnum og úti í bygdunum. Eg vil arbeiða fyri samstarvi ímillum tað almenna og privata, so vit kunnu minka um bústaðartroti. Burðardygg og væl skipað bústaðarútbygging verður ein grundarsteinur undir trivnað og tryggum bústaðarmøguleikum.

 

Opið og demokratiskt samskifti

Eg meti, at eg eri væl egnaður til at skapað eina opna og demokratiska kommunu, har einstaki borgarin verður hoyrdur og hevur møguleika at ávirka avgerðir. Tænastur skulu verða lætt atkomuligar bæði talgilt og persónliga, so tað gerst einfalt og skjótligt at samskifta við kommununa, og har borgararnir kennir seg sjónligar í avgerðunum.

 

Ferðslutrygd og parkering

Trygd á vegunum er ein stór avbjóðing, serliga nær skúlum og frítíðartilboðum. Í “Kommunukanningini 2024” nevndu borgarar ferðslutrygd sum eitt høvuðsmál, við betri vegum, gonguteigum og parkering sum raðfesting.

Eg vil arbeiða fyri at betra ferðslutrygdina við at dagføra gongubreytir og súkklubreytir, so bæði børn og vaksin kunnu ferðast trygt. Skúlaleiðir skulu tryggjast við betri skelting, skipaðari ferðsluskipan og nøktandi ferðavmarkingum, so foreldur kenna seg trygg, tá børnini fara til og frá skúla. Frítíðartilboð og aðrir týdningarmiklir vegastrekki skulu eisini hava serligan ans, so at ferðslan er skipað og trygg.

Parkering er ein týdningarmikil partur av ferðslutrygdini. Vit skulu arbeiða fyri fleiri parkeringspláss, serliga nær skúlum, frítíðartilboðum og almennum stovnum. Við at betra parkering og atkomu kring hesi støð, kunnu vit skapa bæði tryggari og lættari ferðslumøguleikar.

 

 

Álvur M. Zachariasen - Ein spíri úr sterkari rót.

Valevni fyri lista D til kommunuvalið 12 novembur í Klaksvík

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bátafelagið hevur uppiborið eina skjóta…
Rasmus S. Jacobsen stillar upp fyri Norð…
Ert tú skøddur til veturin! 
Súni Anthoniussen bjóðar seg fram
MAF Mission Aviation Fellowship í Betesd…
Eldraøkið hevur tveir akuttar trupulleik…
Skarvslop eftir gott OL
Tollsamstarvið við Danmark og Grønland v…
Patrick Da Silva heldur neyvan fram í KÍ
Skipan av øki 14 í miðbýnum tikið av býr…
KVF: Amonsson fortaldi okkum ikki um til…
Húsarhalds­skúli Føroya 50 ár og Nýnorður…
Mentan­arnáttin Heystglóð í Klaksvík leyg…
Klaksvíkar Dansifelag 70 ár
Eru vit bert áskoðarar?
Veðrið í vikuni
Bókaframløga á Reinsarí­num í kvøld
Ònøgd
Nýval í Íslandi
Framtíðin í okkara hondum: Trivnaður og…