Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bátafelagið hevur uppiborið eina skjóta og góða loysn!

SKRIVAÐ: Signhild V. Johannesen  |  15.10.2024 - 16:22 Politikkur Tíðindaskriv

Seinastu árini er Klaksvíkar Hermetikk umvæld, og bygningurin er í dag í góðum standi. Men hvat nýtt virksemi er komið inn í henda umvælda bygning? Mær vitandi onki. Og hetta er ikki nøktandi. Tí, hvat er meira upplagt enn at lata Bátafelagið húsast í hesum tóma bygningi, sum liggur í sjálvum hjartanum av sjóøkinum og virkseminum, ið hartil hoyrir? Hetta hevði verið ein skjót og skilagóð loysn fyri allar partar. Bátafelagið hevði fingið eina munadygga loysn her og nú, og ikki eina fjarskygda ætlan langt úti í framtíðini.

 

 

Sølutorg sum skjótast!

Longu fyri fleiri árum síðani átti eitt sølutorg at verið komið. Tørvurin á einum sølutorgi hevur verið stórur seinastu árini. Í øllum størri býum er hetta ein vanlig tænasta, og tað hevði verið til gagns fyri smærri vinnurekandi, sum kundu selt sínar vørur, eins væl og fyri fólk, sum fáa møguleikan at keypa feskan, stuttfluttan mat. Fleiri familjur og einstaklingar hava longu roynt – og royna enn – at byggja hetta upp, og tað er sera gleðiligt. Eg eri sannførd um, at sølutorgið eigur at vera staðsett har, sum Neystið er í dag, og at tað kann byggjast sum ein víðkan av verandi neysti. Hetta hevði gjørt sølutorgið størri og meira innbjóðandi, við atgongd til vatn, ljós og tak – bæði fyri seljaran og keyparan.

 

Kommunalar og privatar verkætlanir skulu haldast hvør sær!

Verkætlanin við Bátafelagnum og sølutorginum er nú tvinnað saman við einari størri privatari verkætlan um íbúðarbygging. Sjálvandi skulu íbúðir byggjast, og tað er gleðiligt, at góðir íverksetarar koma við slíkum uppskotum. Kommunan eigur tó ikki at blanda hesi mál saman á ein hátt, sum ger, at tað verður trupult hjá fólki at vita, hvat vendir upp, og hvat vendir niður. Málini skulu vera greið og einføld. Og Bátafelagið hevur uppiborið eina skjóta og skilagóða loysn.

 

Signhild V. Johannesen, býráðslimur

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grabbin settur í til nýggja aulu
Challenge Cup: Mjølnir spæla kl. 19.00 í…
Brimborg letur upp
Kom og Dansa
Borgar­stjórar­nir við Skálafjørðin hava u…
Merkt grind ferðast støðugt suðureftir
Bátafelagið hevur uppiborið eina skjóta…
Rasmus S. Jacobsen stillar upp fyri Norð…
Ert tú skøddur til veturin! 
Súni Anthoniussen bjóðar seg fram
MAF Mission Aviation Fellowship í Betesd…
Eldraøkið hevur tveir akuttar trupulleik…
Skarvslop eftir gott OL
Tollsamstarvið við Danmark og Grønland v…
Patrick Da Silva heldur neyvan fram í KÍ
Skipan av øki 14 í miðbýnum tikið av býr…
KVF: Amonsson fortaldi okkum ikki um til…
Húsarhalds­skúli Føroya 50 ár og Nýnorður…
Mentan­arnáttin Heystglóð í Klaksvík leyg…
Klaksvíkar Dansifelag 70 ár