Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar Dansifelag 70 ár

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.10.2024 - 15:46 Mentan Myndarøð Tíðindi

17. oktober eru sjeytiár siðani Klaksvíkar Dansifelag varð stovnað

Í gerðabókini hjá felagnum stendur, at nakrir menn tóku seg saman at stovna eitt dansifelag í Klaksvík, og kallaðu teir felagið Klaksvíkar Dansifelag. Víðari stendur í gerðabóini, ”at formálið við felagnum var at uppihalda og varðveita føroyska dansin, sum er við at fara fyri bakka”. Tí varð heitt á øll dansihuga eldri sum yngri at gerast limir.

Teir, sum skrivaðu undir vóru Ernst Petersen, Jacob Mourits Olsen, Óli Dahl, Leo Sunmberg. Hans P. Petersen, Joen M. Johannesen og Jacob Matras. Tað var Óli Dahl sum skrivaði fyrstu orðini í gerðabókina, og hann helt fram sum skrivari felagsins líka til 1990.

Felgið hevur havt fleiri formenn, men tann, ið hevur tænt felagnum longst sum formaður, er Heini Mohr. Heini hevur verið formaður frá 1994 til 2021.

 

Fyrsta tíðin hjá felagnum

Fyrsta tíðin hjá felangum var trupul. Hetta var undir læknastíðnum, og sambært gerðabókni frá 1955 var ikki loyvt, at nógv fólk savnaðust, men við tógvi stríð varð fingið loyvi frá sýslumanninjum at dansa. Um tað vóru hesar truplu umstøðurnar ella aðrar orsøkir er ilt at siga, men dansurin steðgaði longu í 1956, og lá felagið stilt í átta ár.

Í oktober 1964 varð hildin fundur um at endurreisa felagið, og hevur felagið verið virkið síðani. Gjøgnum tíðina hevur felagið dansað í ymiskum hølum í Klaksvík, m.a. í gomlu dansistovuni, á loftinum í Føroya Banka, á loftinum í KÍ-høllini og í kapprórarneystinum..

 

Ynski um egin hølir

Tann sannroynd, at dansifelagið ikki hevði nakað høli, sum var vælegnað at dansi í, gjørdi, at fólk fóru at tosa um at fáa egin hølir til felagið. Longu í 1970´unum varð  tosað um hetta, og í gerðabókini frá oktober 1972 sæst, at tosað varð um at heita á Klaksvíkar Kommunu, um at fáa eitt øki at byggja á.

Sum tað framgongur av gerðabókini, so hevur málið, um at fáa egin hølir, verið nógv frammi tey næstu árini, men ikki fyrrenn miðskeiðis á áttatiárunum, kemur rættilig gongd í málið, og í 1984 fekk felagið frá kommununi ávíst øki við Bøgøtu at byggja á. Ein sera góð staðseting má sigast.

Felagið hevði seinnu árini við eydnuhjóli og øðrum tiltøkum savnað væl av peningi inn sum eginpening í samband við byggja av egnum hølum. Gongd kom nú verunliga á at byggja, og í august 1988 varð nýggja húsið hjá Klaksvíkar Dansifelag tikið í brúk. Tá húsið stóð liðugt, stóð tað í 3,5 mió. kr. Á stórari samkomu, tá húsi varð tikið í brúk, bleiv avdúkað, at navnið á húsinum var Skálin. Eitt megnar tak hjá einum áhugfelagi taka, men tað vóru eisini nakrar eldsálir, sum løgdu allar kreftir í at fá húsið upp at standa.

Sigast má, at Skálin frá fyrsta degi hevur verið eitt stórt aktiv fyri býin. Tá Skálin var tikin í brúk, vóru so gott sum ongi egnaði hølir í býnum til m.a. stórar veitslur og stór tiltøk. Umframt at húsið hevur verið og er karmur um virksemið hjá felagnum, so hevur og verður húsið nógv leigað út til brúdleypir, veitslur og mong onnur tiltøk.

 

Dansurin

Dansitíðin hjá Klaksvíkar Dansifelag er frá oktober til føstu, og hevur felagið mongu seinastu árinin dansað hvørt sunnukvøld í dansitíðini. Ein skrá verður løgd fyri, hvat dansað verður hvørt sunnukvøld, men rúm er eisini fyri at taka okkurt annað. Roynt verður hvønn dansivetur at hava okkurt nýtt kvæði á skránni.

Umframt vanligu dansikvøldini verður eisini av og á farið aðrarstaðis at dansa, m.a. nýggjársdansur i Dali, kyndilsmessudansur í Haraldsundi og trettanda dansur í Sjóleikarhúsini í Havn. Eisini skipar felagið fyri hugnløtum fyri limirnar. Útferðir hava eisini verið gjørdar, m.a. til Viðareiðis, til Svínoyar og til Skúvoyar.  Felagið hevur gjøgnum tíðirnar verið fleiri uttanlandferðir. Í februar í ár vóru limir hjá Klaksvíkar Dansifelag saman við sandoyingum í Aalborg og vitjaðu føroyska dansifelagið har, sum eitur dansifelagið Magnus Heinason.

Sláið Ring er landsfelagið hjá dansifeløgnunum, og skipar Sláið Ring uppá skift saman við einum dansifealgi fyri landsdansistevnu triðjahvørt  ár, har dansarar úr øllum landinum seta hvørjum stevnu.

Eitt, sum hevur vundið uppá seg seinastu árini, er, at felagið verður biðið um at dansa og greiða frá um føroyskan dans fyri ferðafólki.

 

Barnadansurin

Skal føroyska dansinum verða lív lagað, er neyðugt at børnini verð tikin við og læra at dansa og læra kvæðir. Samband gerðabókunum hjá felagnum framgongur, at felagið gjøgnum tíðirnar hevur lagt dent á at barnadansurin skal blóma. Seinastu árini hava nógv børn saman við foreldrum dansa í Skálanum hvørt sunnukvøld í dansitíðini.

Barnlek er ein dansistevna fyri børn, um uppá skift verður hildini í norðurlondum, og her hava børnini hjá Klaksvíkar Dansifelag luttikið nakrar ferðir. Í 2017 var Barnlek fyri fystu ferð hildið í Føroyum, og var stevnan hildin í Klaksvík. Tað var Klaksvíkar Dansifelag sum saman við Sláið Ring skipaði fyri. Eitt stórt tiltak har uml. 550 børn umframt vaksin úr øllum norðurlondum luttóku. Ein sera væleydna dansistevna.

 

Nýggir limir vælkomnir

Í nevndini í Klaksvíkar Dansifelag eru í dag Jónleif Johannesen formaður, Gunnvør Eliasen, Annika Egholm, Pól Mikkelsen og Silja Michaelsen. Eykalimir eru Jona í Lon og Tórfinn Rasmussen.

Dansiveturin byrjar nú sunnukvøldið 20.10., og dansa verður sunnukvøld fram til føstu. Børnini dansa frá kl. 19.00 til kl. 20.00, og tey vaksnu dansa frá kl. 20.00 til kl. 22.00. Vanliga eru 30-40 barn sum dansa, og tey vaksnu eru eisini millum 30 og 40, so sigast má, at áhugin er stórur, men felagið ynskir at fáa fleiri nýggjar limir, og øll eru hjartaliga vælkomin í Skálan at dansa sunnukvøld, bæði børn og vaksin.

 

Opið hús

Í samband við 70-ára stovningardagin hósdagin 17. oktober er opið hús í Skálanum frá kl. 19.00 til kl. 21.00, har øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið. Ein drekkamunnum við onkrum góðum afturvið verður at fáa, og farið verður eisini uppá gólv.

Seinni í heyst skipar felagið fyri stórari veitslu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bátafelagið hevur uppiborið eina skjóta…
Rasmus S. Jacobsen stillar upp fyri Norð…
Ert tú skøddur til veturin! 
Súni Anthoniussen bjóðar seg fram
MAF Mission Aviation Fellowship í Betesd…
Eldraøkið hevur tveir akuttar trupulleik…
Skarvslop eftir gott OL
Tollsamstarvið við Danmark og Grønland v…
Patrick Da Silva heldur neyvan fram í KÍ
Skipan av øki 14 í miðbýnum tikið av býr…
KVF: Amonsson fortaldi okkum ikki um til…
Húsarhalds­skúli Føroya 50 ár og Nýnorður…
Mentan­arnáttin Heystglóð í Klaksvík leyg…
Klaksvíkar Dansifelag 70 ár
Eru vit bert áskoðarar?
Veðrið í vikuni
Bókaframløga á Reinsarí­num í kvøld
Ònøgd
Nýval í Íslandi
Framtíðin í okkara hondum: Trivnaður og…