Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eru vit bert áskoðarar?

SKRIVAÐ: Rannvá Isaksen  |  14.10.2024 - 11:38 Politikkur Tíðindaskriv

Ein kommuna, har dyrnar standa víðopnar fyri íblástri og innskotum úr nærsamfelagnum. Hesum ætli eg mær at arbeiða fyri.

 

“Mamma, tá tú kemur í býráðið, so MÁST tú gera okkurt fyri dunnurnar. Tær eru gloymdar.”

Hetta segði elsta dóttirin herfyri. 

 

Tá langtíðarætlanir vera lagdar, verða borgarin og vinnulívið stundum tikin við uppá ráð, men hvussu er við NÚ’inum í kommunalum arbeiði?

Eru vit tá bert áskoðarar, ella vera vit tikin við uppá ráð?

Hjartamálið hjá dóttrini - dunnurnar - sum á ein hátt vera meira og meira útihýstar úr býarmyndini, er helst ein lítil brikkur í stóra putlispælinum. Men samstundis lýsir hetta nakað, ið ofta gerst ein gloymdur lutur. Hugnin. Tað, at fríðka um og skapa savningarstøð. Hetta hevur nógv at siga fyri trivnaðin, og allir brikkar eiga lut í heildarmyndini.

Hetta sama ger seg galdandi, tá ein fyritøka ella ein borgari ikki kenna seg hoyrd um mál, ið liggja teirra hjarta nær. Teirra brikkur eigur lut í kommunalu heildarmyndini og trivnaðarstøðinum fyri kommununa.

 

“Samskifti er lykilin” verður tikið til. 

Sjóneykan skal setast á samskifti og samstarv við borgaran, við vinnulívið og við alt nærsamfelagið.

Samskifti skapar nýggjar møguleikar og knýtir okkum saman í eina sterka eind. Við at lurta eftir hvørjum øðrum, skapa vit álit, vit finna loysnir og lata dyrnar upp fyri nýhugsan og einum tættari samstarvi.

Vit gagnnýta tey mongu evnini og hugskotini, sum borgarar og vinnulív í kommununi hava.

Samskifti til frama fyri trivnaðin hjá borgarum í Klaksvíkar Kommunu. 

Samskifti til frama fyri trivnaðin hjá vinnulívinum í Klaksvíkar Kommunu. 

Ein kommuna, har dyrnar standa víðopnar fyri íblástri og innskotum úr nærsamfelagnum. Hesum ætli eg mær at arbeiða fyri.

 

Rannvá Isaksen

Fólkaflokkurin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rasmus S. Jacobsen stillar upp fyri Norð…
Ert tú skøddur til veturin! 
Súni Anthoniussen bjóðar seg fram
MAF Mission Aviation Fellowship í Betesd…
Eldraøkið hevur tveir akuttar trupulleik…
Skarvslop eftir gott OL
Tollsamstarvið við Danmark og Grønland v…
Patrick Da Silva heldur neyvan fram í KÍ
Skipan av øki 14 í miðbýnum tikið av býr…
KVF: Amonsson fortaldi okkum ikki um til…
Húsarhalds­skúli Føroya 50 ár og Nýnorður…
Mentan­arnáttin Heystglóð í Klaksvík leyg…
Klaksvíkar Dansifelag 70 ár
Eru vit bert áskoðarar?
Veðrið í vikuni
Bókaframløga á Reinsarí­num í kvøld
Ònøgd
Nýval í Íslandi
Framtíðin í okkara hondum: Trivnaður og…
Saman kunnu vit menna norð­oyggjar!