Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýval í Íslandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.10.2024 - 08:22 Politikkur Tíðindi

Samgongan í Íslandi er slitnað, stjórnin fer frá, og allar ábendingar eru um, at íslendingar skulu til val eitt ár áðrenn teir annars skuldu. Bjarni Benediktsson, forsætismálaráðharri, vanliga róptur Bjarni Ben, boðaði frá hesum á tíðindafundi sunnukvøldið. Nývalið verður útskrivað hvørja løtu.

 

Væntandi verður nývalið skrivað út í dag, mánadagin 14. oktober, og so verður valið einaferð í november. Fleiri miðlar vænta 30. november. Orsøkin er sambært RÚV, Ríkisútvarpinum, ein stór ósemja um serliga innvandrarar, men eisini um orkupolitikk landsins.

Í dag skal Bjarni Ben møta Hallu Tómsdóttir, íslendska forsetanum. Her fer hann formliga at boða frá, at stjórnarsamgongan er fokin, og síðani verður valið formliga útskrivað. Íslendingar skuldu annars ikki á val fyrrenn komandi heyst.

Stjórnin í Íslandi hevur annars higartil verið myndað av Sjálvstæðisflokkinum, Framsóknarflokkinum og Vinstra-Græna flokkinum, ið hava verið samgongan hetta skeiðið. Bjarni Ben er formaður í Sjálvstæðisflokkinum, og hevur áður verið fíggjarmálaráðharri og uttanríkisráðharri.

Ivasamt er eisini, um stjórnarflokkarnir framhaldandi hava undirtøku í fólkinum. Nýggjastu veljarakanningarnar vísa, at Samfylkingin, sum er sosialdemokratiski flokkurin ella teirra javnaðarflokkur, hevur vaksandi undirtøku millum íslendingar.

Kelda: https://nyheder.tv2.dk/udland/2024-10-13-islands-regering-gaar-af-og-goer-klar-til-nyvalg

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rasmus S. Jacobsen stillar upp fyri Norð…
Ert tú skøddur til veturin! 
Súni Anthoniussen bjóðar seg fram
MAF Mission Aviation Fellowship í Betesd…
Eldraøkið hevur tveir akuttar trupulleik…
Skarvslop eftir gott OL
Tollsamstarvið við Danmark og Grønland v…
Patrick Da Silva heldur neyvan fram í KÍ
Skipan av øki 14 í miðbýnum tikið av býr…
KVF: Amonsson fortaldi okkum ikki um til…
Húsarhalds­skúli Føroya 50 ár og Nýnorður…
Mentan­arnáttin Heystglóð í Klaksvík leyg…
Klaksvíkar Dansifelag 70 ár
Eru vit bert áskoðarar?
Veðrið í vikuni
Bókaframløga á Reinsarí­num í kvøld
Ònøgd
Nýval í Íslandi
Framtíðin í okkara hondum: Trivnaður og…
Saman kunnu vit menna norð­oyggjar!