Lýsing
Lýsing
Lýsing

Saman kunnu vit menna norðoyggjar!

SKRIVAÐ: Annika M. Mellemgaard  |  13.10.2024 - 20:45 Politikkur Tíðindaskriv

Alla tíð hava vit hugt at grannalondum okkara, har vit hava fingið íblástur til gerandisdagin, ið kann verða bæði gott og minni gott. Havandi í huga, at vit ikki eru av stórstu tjóðum, er tað skjótt, alt ov skjótt at gera ov stórar broytingar, har ávirkanin merkist týðilga, tí eiga vit at verja og virða okkara samleika serliga væl

 

 

Klaksvík er ein fantastiska ríkur býur at virka í. Vit hava nógvar fyritøkur, og eitt virkið arbeiðslív, ið vit eiga at vera sera takksom fyri. Hyggja vit at útjaðarinum í grannalondunum, síggja vit býir og bygdir, ið eru sokallaðir “sovibýir”, har íbúgvar, frítíðarlív og fyritøkur ikki megnaðu at halda áframm við virkni sínum. Hugtakið eitur "brain drain", heilafløtti, er ikki nakað, ið vit her í Norðoyggjum ynskja okkum. Vit skulu halda áfram við at verða virkin, ágrýtin og nýskapandi, soleiðis at fleiri og fleiri velja at búsetast her norðaliga í Føroyum.

Kommunan hevur sett á stovn eitt Íverksetarahús, ið skal eggja okkara borgarum at stovna virki, skapa hugskot og fáa ført hugskotinini út í lívið. Seinastu árini hevur verið minni og minni at hoyrt um íverksetan her í Klaksvík. Hetta harmar meg, tí at vit hava eina sera ríka søgu merkta av íverksetan. Lat okkum saman fáa blást nýtt lív í skapandi virkni og íverksetan aftur.   

Lat okkum mennast saman, so at vøkru orðini úr Klaksvík sanginum aftur er gerandisdagur: "Tí at Klaksvík er Norðoya móðir, hon er álit og trygd, her er menning og nørandi gróður..."

 

Vinarliga 

Annika M. Mellemgaard Valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelag 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rasmus S. Jacobsen stillar upp fyri Norð…
Ert tú skøddur til veturin! 
Súni Anthoniussen bjóðar seg fram
MAF Mission Aviation Fellowship í Betesd…
Eldraøkið hevur tveir akuttar trupulleik…
Skarvslop eftir gott OL
Tollsamstarvið við Danmark og Grønland v…
Patrick Da Silva heldur neyvan fram í KÍ
Skipan av øki 14 í miðbýnum tikið av býr…
KVF: Amonsson fortaldi okkum ikki um til…
Húsarhalds­skúli Føroya 50 ár og Nýnorður…
Mentan­arnáttin Heystglóð í Klaksvík leyg…
Klaksvíkar Dansifelag 70 ár
Eru vit bert áskoðarar?
Veðrið í vikuni
Bókaframløga á Reinsarí­num í kvøld
Ònøgd
Nýval í Íslandi
Framtíðin í okkara hondum: Trivnaður og…
Saman kunnu vit menna norð­oyggjar!