Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eldraøkið hevur tveir akuttar trupulleikar – ov fá búpláss og ov fá starvsfólk

SKRIVAÐ: Sylvia Thomsen  |  14.10.2024 - 23:36 Politikkur Tíðindaskriv

Eldraøkið stendur í dag fyri stórum avbjóðingum, har álvarsligt undirskot er á bæði búplássum og starvsfólki. Hetta setur eitt ógvusligt trýst á okkara samfelag, serliga tí tey eldru gerast fleiri og liva longri. Vit kunnu ikki bíða við at taka ítøkilig stig, tí tað er neyðugt at gera munandi ábøtur beinanvegin

 

 

Eldraøkið hevur tveir akuttar trupulleikar – ov fá búpláss og ov fá starvsfólk.

Bráðfeingisloysn er neyðug. Tað tekur fleiri ár at økja um talið av búplassum, so ímeðan vit leggja tær ætlaninar út í kortið, mugu vit finna uppá okkurt annað - her og nú!

Sjúkrahúsviðgerð heima og fleiri heimasjúkrarøktarfrøðingar í starv

At hækka normeringina við heimasjúkrarøktarfrøðingum er ein gongd og neyðug leið, so at ávísar sjúkrahúsviðgerðir í størri mun kunnu veitast í heiminum.

Verður slík sjúkuviðgerð flutt út til sjúkrarøktarfrøðingar at veita heima við hús, so tálma vit tilgongdini av teimum, ið fáa tørv á búplássum. Tí innlegging á sjúkrahús er við til at økja tørvin á búplássum.

 

Innlegging á sjúkrahús økir um tørvin á búplássum

Tíverri havi eg ofta upplivað, at ein eldri og lættari minnisveikur sjúklingur, sum býr heima og klárar seg við minimalari heimahjálp, verður púrasta í ørviti av fremmanda umhvørvinum í samband við innlegging. Nýggja rúmið kann gera sjúklingin so mikið í ørviti, at hann missir førleikan at minnast, hvar hann er og hví hann er her, og roynir tí at sleppa sær til rýmingar. Alt er hvítt, høgt er til loftið og vítt er til veggja og onki er at taka í. Í rýmingarroyndini dettur sjúklingurin og brýtur sær mjødnina. Hetta førir til akutta skurðviðgerð og síðani eina longri uppvenjingargongd, sum eisini fer fram inni á sjúkrahúsinum. Oftast má sjúklingurin útskrivast við annaðhvørt munandi øktum tørvi á heimahjálp ella til eitt røktarheim. Upprunaliga innleggingin snúði seg møguliga bert um bløðrubruna, sum lætt kundi verið viðgjørdur við hús. Men innleggingin á sjúkrahúsið hevði ta avleiðing, at sjúklingurin misti eitt stóran part av bæði kropsligum førleikum og lívskvaliteti, umframt, at tað setti enn ein borgara á bíðilistan eftir búsplássi. Alt hetta kundi verið fyribyrgt, um sjúklingurin frá byrjan fekk viðgerðina heima við hús.

 

Ansing heima

Ein onnur gongd leið er at uppraðfesta ansing. Tað er í dag møguleiki fyri at gerast ansari hjá einum í familjuni, sum hevur brúk fyri hesum. Tó, so er bert møguleiki fyri at hava ein ansara, og samsýningin fyri hetta er, sambært kunngerð*, 10.789 krónur, óansæð um brúk er fyri ansing fullari tíð. Tað sigur seg sjálvt, at eingin hevur ráð at fara úr sínum starvi fyri at gerast ansari við so lítlari samsýning. Her haldi eg, at kommunan kann og eigur traðka til og gera tað møguligt hjá einum í familjuni at gerast ansari við eini samsýning, ið svarar til ta løn, ið viðkomandi frammanundan fær í sínum starvi. Eisini skuldi tað verið soleiðis, at ansarin fær rætt til farloyvi í hesi støðu og soleiðis tryggjar sær møguleikan at koma aftur í sítt starv, tá ansingartørvurin er loystur.

 

Hægri løn

Tað er komið mær fyri oyruni, at tað var eingin umsøkjari til starvslýsingina eftir heilsurøktara til heimatænastuna í NBH, sum fyri stuttum var leyst at søkja. At venda gongdini við fækkandi umsøkjarum er gjørligt, um bert viljin til at hækka lønina er til staðar. Eg dugi ikki at síggja nakra aðra effektiva loysn uppá hesa støðuna.

Samanumtikið er staðfestingini greið: vit hava ikki bara tørv á einari loysn innan eldraøkið fyri at loysa akutta trupulleikan, men á fleiri loysnum. Tað er umráðandi, at vit bæði hækka lønina til starvsfólk og skapa betri treytir fyri heimatænastu og ansing. Bert við einari greiðari raðfesting av eldraøkinum kunnu vit liva upp til lógarásettu** ábyrgdina og tryggja eina eldrarøkt, har tey eldru veruliga fáa ta røkt, teimum tørvar.  

 

*Kunngerð nr. 127 frá 17. desember 2014 um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum, sum broytt við kunngerð nr. 160 frá 13. desember 2018

**Løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bátafelagið hevur uppiborið eina skjóta…
Rasmus S. Jacobsen stillar upp fyri Norð…
Ert tú skøddur til veturin! 
Súni Anthoniussen bjóðar seg fram
MAF Mission Aviation Fellowship í Betesd…
Eldraøkið hevur tveir akuttar trupulleik…
Skarvslop eftir gott OL
Tollsamstarvið við Danmark og Grønland v…
Patrick Da Silva heldur neyvan fram í KÍ
Skipan av øki 14 í miðbýnum tikið av býr…
KVF: Amonsson fortaldi okkum ikki um til…
Húsarhalds­skúli Føroya 50 ár og Nýnorður…
Mentan­arnáttin Heystglóð í Klaksvík leyg…
Klaksvíkar Dansifelag 70 ár
Eru vit bert áskoðarar?
Veðrið í vikuni
Bókaframløga á Reinsarí­num í kvøld
Ònøgd
Nýval í Íslandi
Framtíðin í okkara hondum: Trivnaður og…