Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein betri kommuna byrjar her: tíðin er búgvin til veruliga broyting

SKRIVAÐ: David (Wonik) Im  |  13.10.2024 - 20:15 Politikkur Tíðindaskriv

Seinastu árini hevur Klaksvíkar kommuna verið í stórari menning, men spurningurin er framvegis: hvar fara vit nú? Okkara nærsamfelag eigur ikki bara at vaksa, men at blóma, og tað krevur eina greiða felags visión fyri framtíðina - eina visión, har Klaksvíkar kommuna ikki bara er eitt vakurt stað at búgva í, men har Klaksvík eisini er ein attraktiv kommuna fyri øll

 

 

Tað eru trý ting, sum eg vil leggja dent á og arbeiða við, fyri at gera okkara kommunu attraktiva:

 

1.Íløgur í okkara nærsamfelag!

Vit eru stolt av verkætlanum sum Biskopstorg, Skúlatrøð, rennibreytini og Varpinum. Men í kappingini eftir stórum verkætlanum hava vit gloymt fólkið, sum býr her. Sum onkur segði: - vit hava hjartað, men tað manglar slagið.

Og tað manglandi slagið er kenslan av, at fólk ikki trívast. Fyri at fáa lív í kommununa, skulu vit gera íløgur í góðar umstøður til fólk í øllum aldri.

• Frítíðarkort skulu ikki bert vera til ítrótt, men eisini til eina breiða viftu av øðrum frítíðarvirksemi, so sum at læra børn at forrita ella at fiska. Fólk við ávísari vitan, foreldur, ommur og abbar kunnu vera við til at bjóða hetta virksemið fram!

• At endurskoða systkinaravslátturin fyri at gera tað lættari fyri familjur við fleiri børnum.

• Ungdómur okkara eigur at hava fleiri møguleikar til at taka lut í samfelagnum gjøgnum íverksetaraskúlar, starvslærutíð, mentorskipanir og sjálvboðið arbeiði.

• Fyri okkara eldru skulu vit útbyggja tey tiltøkini, sum vit longu hava - so sum svimjing, nýtslu á rennibreytini ella innandura ítrótt í høllini - tí tað er umráðandi bæði at hugsa um kropsliga heilsu og sosiala vælveru, sum ein eldist.

 

2. Ein nútímans miðdepil, sum dregur til sín nýggjar møguleikar og fremur nýskapan

Vit ynskja ein attraktivan og vaksandi bý. Klaksvíkar kommuna kann tó bert vaksa, um ungdómurin og familjur velja Klaksvíkar kommunu til - og skulu tey tað, mugu vit hava fleiri møguleikar. Arbeiðsmarknaðurin hevur broytt seg munandi seinastu fimm árini, og tí mugu vit eisini skapa umstøður, sum samsvara við hesar broytingarnar.

Fyri at fremja fakliga og samfelagsslig menninga skulu vit:

• Brúka bygningar í býnum til arbeiðsstøð við bíligum kontórplássum til fjararbeiðar og smáar fyritøkur.

• Marknaðarføra Klaksvíkar kommuna sum eitt stað, har møguleikar eru hjá smáum fyritøkum at leiga kontórpláss.

• Skipa fyri netverkstiltøkum og veita vinnulívsráðgeving, sum stuðlar íverksetarum og ungum fakfólkum, sum vilja byggja sínar yrkisleið her.

 

3. Nýta tað vit hava fult út!

Hví eru vit ikki nøgd við, hvussu okkara kommunan sær út, tá ið vit búgva í Føroya vakrasta býi? Tað er tí, at fleiri av verkætlanunum, sum eru í gongd, kennast óruddiligar, gongubreytir verða ikki røktaðar, og almenn pláss mangla endamál. Vit hoyra ofta, “Vit hava eina ætlan,” men tað tykist sum ongin fylgir henni! Ístaðin fyri ætlanir, skulu vit:

• Gagnnýta undirnýtt pláss, so sum Lundin á Bakkanum, Lundin á Akursmørk og miðstaðin á Biskopstorgi. Við at gera hesi økini meira innbjóðandi, kunnu tey vera við til at savna fólk, skapa samanhald og trivna og styrkja okkara felags samleika.

•  Røkja okkara bygningar, sum t.d. svimjihøllina, ið hevur brúk fyri átrokandi umvæling!

•  Fáa trygdina í lagi við klárt og týðiliga at arbeiða fram ímóti at dagføra gongubreytir og betra um ferðslutrygdina, soleiðis at okkara gøtur verða tryggari og meira atkomuligar fyri øll.

• Stuðla okkara lokala tilfeingi, so sum handilsfelagnum, kunningarstovuni og mentanarhúsinum o.ø. Við betri samstarvi millum hesar stovnarnar kunnu vit menna samleikan hjá Klaksvíkini, skipa fyri betri tiltøkum og tryggja, at okkara býur er meira innbjóðandi fyri borgarar og vitjandi.

 

Saman kunnu vit gera Klaksvíkar kommuna til eina kommunu, sum vit øll eru errin av at kalla heim.

 

David (Wonik) Im

Valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelagið

X við Im

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heini Vatnsdal fær 2025 uppá pláss skjót…
Grabbin settur í til nýggja aulu
Challenge Cup: Mjølnir spæla kl. 19.00 í…
Brimborg letur upp
Kom og Dansa
Borgar­stjórar­nir við Skálafjørðin hava u…
Merkt grind ferðast støðugt suðureftir
Bátafelagið hevur uppiborið eina skjóta…
Rasmus S. Jacobsen stillar upp fyri Norð…
Ert tú skøddur til veturin! 
Súni Anthoniussen bjóðar seg fram
MAF Mission Aviation Fellowship í Betesd…
Eldraøkið hevur tveir akuttar trupulleik…
Skarvslop eftir gott OL
Tollsamstarvið við Danmark og Grønland v…
Patrick Da Silva heldur neyvan fram í KÍ
Skipan av øki 14 í miðbýnum tikið av býr…
KVF: Amonsson fortaldi okkum ikki um til…
Húsarhalds­skúli Føroya 50 ár og Nýnorður…
Mentan­arnáttin Heystglóð í Klaksvík leyg…