Lýsing
Lýsing
Lýsing
Katrin Petersen, tíðindaleiðari í KVF, visti ikki, at Jógvan Amonsson hevði verið grannskoðari hjá Bústøðum. | Mynd: Bjarni Árting Rubeksen/KVF

KVF: Amonsson fortaldi okkum ikki um tilknýtið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.10.2024 - 17:50 Tíðindi

Katrin Petersen viðmerkir innslag í Degi og Viku fríggjakvøldið, har Jógvan Amonsson var brúktur sum óheftur serfrøðingur.

Sum Norðlýsið avdúkaði leygardagin, var pensjóneraði grannskoðarin Jógvan Amonsson áteknandi grannskoðarin hjá Bústøðum fyrstu 9 árini, seinast í 2021. Hesa uppgávu loysti hann sum ein av partnarunum í grannskoðarafyritøkuni Januar.

Greinin kann lesast her:

"Heftur grannskoðari brúktur sum óheftur serfrøðingur"

Samrøðan í Degi og Viku snúði seg um tvær grannskoðarafrágreiðingar um Bústaðir, eina frá Landsgrannskoðaranum og eina frá Januar. Amonsson bleiv biðin at meta um fakligu niðurstøðurnar í frágreiðingunum, har hann eisini skuldi taka dagar ímillum rættiliga ymisku niðurstøðurnar í frágreiðingunum báðum um fíggjarstøðuna hjá Bústøðum. Amonsson brúkti frágreiðingina hjá Januar til nærum at fríkenna Ingilín Strøm fyri at siga ósatt fyri Løgtinginum. Hinvegin segði hann, at Landsgrannskoðarin læs niðurstøður úr síni egnu frágreiðing, sum Amonsson ikki dugdi at finna.

Um Jógvan Amonsson hevði upplýst sítt søguliga tilknýti til Bústaðir og Januar fyri redaktiónini í Degi og Viku, var hetta blivi nevnt í sendingini fríggjakvøldið. Tað upplýsir Katrin Petersen, tíðindaleiðari í KVF fyri Norðlýsinum í skrivligum svari.

Tíðindaleiðarin leggur aftrat:

“Sjálvandi spurdu vit Jógvan Amonsson um hann hevði bindingar, sum forðaðu honum í at úttala seg um málið í tí leiklutinum, vit bóðu hann um. Tað metti hann seg eyðsæð ikki at hava.”

Norðlýsið fylgir málinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ er styrkismett nummar 133 hjá UEFA
Ikki koyra skít - eitt glas er eitt ov n…
Nýggj kunngerð um avmarkandi tiltøk í sa…
Linga og Mallus endur­prentað
Eitt brak av upphiting í KÍ-høllini fríg…
Maðurin í Koltri
Jóla­skipið og Ársins Rósa
Pensjonistabólkur vitjaði borgar­stjóran
Sylvia fer eftir at fáa ES-stuðul til la…
Almen kvøldseta á Miðnámi á Kambsdali
Bigge heilsaði uppá Pernille Brandenborg
Myndarøð: Kvinnulands­liðið vitjaði Kjølb…
Marknaðardagur á Fossánesi
Jóla­trøini
Tvey bløð hjá Norð­lýsi­num til jóla
Birita tekur sæti á tingi
Dialysuviðgerð átti at verði sett á stov…
Anfinn í Toft: Her skulu vit øll tíma at…
Filmurin Missir í Havnar Bio leygar­dagin
Tí tók eg ikki av tilboðnum um borgarstj…