Lýsing
Lýsing
Lýsing
Suðuroyarsperlar, glarfiti og hjallsmentan vóru millum mongu evnini í fyrsta Harrapoddinum | Mynd: Egin mynd.

Væleydnaður fyrsti harrapoddur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.10.2024 - 11:22 Mentan Poddar Tíðindi

Í fyrsta Harrapoddinum, sum burturav er til menn, var Rúni Nielsen vertur og Levi Joensen gestur. Evnini, trivið var í, var fletting, heystfjøll, skerpikjøt, vín og whisky. Ein poddur, sum reyk av maskuliniteti og testosteroni uppá tann góða mátan.

Fyrsti harrapoddurin varð sendur, eftir at menn høvdu etið seg mettar av røstum sperli. Rúni er suðuroyingur, meðan Levi er norðoyingur, og ein av mentanarmununum er, kom fram í poddinum, at norðoyingar eta rómabakað epli afturvið røstum sperli. Men speril er hinvegin ikki eins vanligur í Norðoyggjum og í Suðuroy. Ongin minni enn Jákup Ziskason sigst vera upphavsmaðurin til rómabakaðu Norðoya-siðvenjuna.

Farið varð eisini veruliga í dýpdina við fletting, og nógvur dentur varð lagdur á flugur og hvussu man sleppur undan teimum – niðurstøðan var, at tað kann man bara fult og heilt í hæddunum og omanfyri áir.

Somuleiðis var munur á árgangi umrøddur. Her var niðurstøðan, at árligi skurðurin er júst sum vín ella whisky. Ein hevur góðar árgangir og vánaligar, og í fjør var talan heilt einfalt um ein vánaligan árgang, vóru teir báðir á einum máli um.

Ein onnur niðurstøða var, at føroyska heystið er dekan ov stutt.

Alt hetta áhugaverda og meira afturat kann hoyrast í fullari longd her.

Harrapoddurin er tann fyrsti í eini drúgvari røð, og sigast má, at tað veruliga er ein tørvur á einum frírúmi fyri menn at tosa um og lurta eftir sendingum, sum fyrst og fremst venda sær til kallkynið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…