Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Patrick da Silva varðhaldsfongslaður

SKRIVAÐ: KI.FO  |  25.10.2024 - 22:05 Ítrottur Tíðindi

Løgreglan hevur í dag boðað KÍ frá, at Patrick da Silva, sum felagið hevur havt sáttmála við seinastu trý árini, er varðhaldsfongslaður í fýra vikur undir illgruna fyri at hava framt ymisk kynslig brotsverk. Sambært upplýsingum, sum KÍ higartil hevur fingið frá politinum, er talan um brotsverk framd í Danmark.

Tað var í desember 2021, at KÍ gjørdi av at geva Patrick da Silva ein nýggjan møguleika við at gera sáttmála við hann. Í sáttmálanum vóru ítøkiligar treytir settar honum, sum høvdu við sær, at livdi hann ikki upp til treytirnar, fór sáttmálin úr gildi alt fyri eitt. Umframt ein sáttmála við felagið hevur KÍ eisini útvegað spælaranum eitt lærupláss.

- Sum felag halda vit grundleggjandi, at fólk hava uppiborið ein kjans afturat, men í hesum føri er tað tíverri ein sannroynd, at vit hava gjørt eina skeiva meting, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

Fyrr í dag hevur KÍ kunnað spælarar, venjarar, hjálparfólk, høvuðsstuðlar og onnur um málið.

- Hetta er eitt serstakliga keðiligt mál. Ikki minst fyri felagið KÍ, staðfestir nevndin í KÍ.

KÍ hevur altíð lagt stóran dent á at hava eitt trygt og gott umhvørvi fyri børn og ung, og tað fer felagið eisini at gera frameftir.

- Felagið tekur hetta málið í størsta álvara, og eingin harmast meira um hetta enn vit, sigur nevndin í KÍ.

Patrick da Silva hevði sáttmála við KÍ árið út, men sáttmálin millum partarnar er uppsagdur sum beinleiðis avleiðing av hesum málinum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Lýsing