Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Lokalur landsliðsleikari heldur fram í KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  31.10.2024 - 16:09 Ítrottur Tíðindi

Har ein góð søga er komin, er onnur væntandi.

KÍ skrivar:

Eftir drúgva umhugsan hevur Danielsen tikið støðu

Vit kunnu nú við gleði kunna okkara viðhaldsfólk um, at Jóannes Kalsø Danielsen hevur avgjørt at halda fram í barndómsfelagnum. Jóannes fekk fyrstu minuttirnar á besta mansliðnum 17 ára gamal í Gundadali í 2015. Eftir uppaling sum álopsleikari bleiv hann umskúlaður til høgra vongbakk og hevur síðan verið ein av støðugastu leikarunum á liðnum - í alt skrásettur fyri 193 dystir í meistardeildini, 41 UEFA-dystir og 15 A-landsdystir. 

- KÍ er ein ótrúliga góður felagskapur við fantastiskum samanhaldi og so eri eg sannførdur um, at útlit og umstøður gera, at eg framhaldandi kann mennan meg til ein enn betri fótbóltsspælara, sigur Jóannes, tá hann verður spurdur um, hví hann nú hevur valt KÍ fram um aðrar møguleikar.

KÍ fegnast um, at Jóannes er í kongabláu troyggjuni tvey ár fram og vit ynskja honum bestu eydnu komandi árini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum