Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gløgt er gestsins eyga

SKRIVAÐ: Annika Maisonsdóttir Mellemgaard  |  31.10.2024 - 18:00 Politikkur Tíðindaskriv

hugleiðingar og vónir fyri eina framtíðar Klaksvíkar Kommunu, ið megnar at húsa borgarum, vinnu, náttúru og ferðandi

 

Hvussu sær gestsins eyga tað sama sum eg?

Klaksvík - portrið - til tær norðaligu oyggjarnar í Atlanshavinum. Við hugtakandi firðum og fjallalendi kunnu vit bjóða vælkomin til Klaksvíkar Kommunu.

Í Klaksvík ber til at spáka ein túr runt um vánna, nýta ein góðan kopp av kaffi við heimagjørdari trifli, har uppskriftin kemur frá Appoluniu, (konu Nólsoyar Páls). Eisini eru fleiri støð, tú kanst vitja, so sum lundir, ið avmynda okkara kvinnubrot, forminnisavnið, kirkjukjallaran ella okkara søvuríka bryggjarí frá 1888. Eisini hava vit fingið eitt vitanarhús, ið sýnir framm okkara maritimu søgu, hetta er nakað heilt serligt og gevur bæði íbúgvum og gestum holla vitan um okkara ríku sjósøgu.

Eisini ber til at spáka sær ein túr Út í Grøv ella dyppa á Borðoyarvík. Møguleikarnir eru nógvir, og tað er bara hugflogið, ið avmarkar.

Í Kalsoynni ber til at síggja Kópakonuna ella Kallin. Og eisini nýta framúr vælsmakkandi fiskasúpanina ávegis heim aftur. Ella ein túr til Svínoyar fyri at fáa eitt sindur av luft undir veingirnar og friðsælu. Ein súkklu- ella gongutúr til Árnafjarðar er ikki at forsmáa, har ber til at dyppa og nýta ein deiligan kaffimunn á vøkru strondini.

Um tú vilt vitja eitt stað, ið veruliga er hugtakandi, reint, stórsligið og jarðbundið, so kom á gott hjá okkum norðaligast í Føroyum, har siðvenjur og framtíð møtast.

Bert nakrar hugleiðingar og vónir fyri eina framtíðar Klaksvíkar Kommunu, ið megnar at húsa borgarum, vinnu, náttúru og ferðandi.

Okkara framtíð!

 


Í samband við ferðavinnu eiga vit eftir mínari sannførðing at arbeiða við at menna:

*Visit North, Heimavirkið 1912, Spinnaríið, Fornminnissavnið/ Klaksvíksgarðin

*Gera fleiri lundir/støð við kvinnusøgum úr Norðoyggjum

*Spákingarbreyt runt vánna

*Gongugøtur/trappur í haga

*Maritimt vitanarhús

*Betur skipa ferðasamband til Kallsoynna og Svínoynna

 


X við E

 

Annika Maisonsdóttir Mellemgaard

Tjóðveldi 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…