Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gongugøtu kring vágna á dagsskrá sum skjótast!

SKRIVAÐ: Hermann Samuelsen  |  02.11.2024 - 10:13 Politikkur Tíðindaskriv

Ein dreymur hjá mær er, at vit í Klaksvík fáa nógv fleiri økir, har bilurin ikki fyllir so nógv. Har vit hittast, spáka og slappa av. Verður bryggjan fram við sjóvarmálanum framd, so er tað eitt risa stórt fet rætta vegin. Eg vil persónliga arbeiða hart fyri, at verkætlan frá 2015 verður fyrireika, at neyðug fígging verður sett av og at verkætlanin verður veruleiki!

 

 


Stór modernisering av miðbýnum í Klaksvík er farin fram seinastu árini. Hetta er ein kærkomin menning, men í dag hava vit ein bý, sum er rættiliga spjaddur og ikki minni óruddiligur. Tvey handilsøki liggja hvør síni megin miðbýðin. Sameina vit økini, so at ta verður ein samanhangandi eind, heldur enn fleiri spjadd økir, so er nógv vunnið.

Í borgarakanningini frá Lóður var nøgdsemið við býarmenningina í Klaksvíkar kommunu sera lágt. Eg haldi, at ein partur av misnøgdini kann vendast til nøgdsemi, um økini báðumegin vágna verða knýtt saman við miðbýin.

Ein verkætlan sum liggur beint til høgra beinið, og sum veruliga kann kollvelta býin til ta betra, er at gera eina snøgga timburbryggju fram við sjóvarmálanum. Verkætlanin var partur av miðbýarætlanini frá 2015. Slík fantastisk hugskot eiga ikki at fara fyri skeyti við fyribilsloysnum - vit mugu lofta og avgreiða hesi skilagóðu hugskot sum skjótast.

Á eini timburbryggju kunnu borgarar ganga, renna ella súkkla trygt og frítt kring vágna, uttan at hugsa um vandamikla bilaferðslu. Við meira gongu- og súkkluvinarligum farleiðum kunnu vit eisini minka um trýstið á parkeringsplássini. Ein slík tiltrongd ruta við sjóvarmálan eggjar okkum øllum eisini at seta bilin og at fara til gongu.

Potentiali fram við sjóvarmálan í Klaksvík er ómetaliga stórt. Tí er umráðandi, at Klaksvíkar Kommuna er viðspælari og loftar uppskotum, sum liggja á borðinum. Ein snøgg timburbryggja hevði uttan diskusjón verið eitt stórt aktiv fyri býin –  á góðum summardøgum hevði hon verið eitt framúr stað hjá borgarunum at hittast.

Ein dreymur hjá mær er, at vit í Klaksvík fáa nógv fleiri økir, har bilurin ikki fyllir so nógv. Har vit hittast, spáka og slappa av. Verður bryggjan fram við sjóvarmálanum framd, so er tað eitt risa stórt fet rætta vegin. Eg vil persónliga arbeiða hart fyri, at verkætlan frá 2015 verður fyrireika, at neyðug fígging verður sett av og at verkætlanin verður veruleiki!

Um tú ynskir at vit fáa ein vakran samanbundnan og betri miðbý í framtíðini, so er tað mín áheitan, at tú velur ein hermann tann 12. november!

 

Hermann Samuelsen

Valevni fyri Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…