Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vikan 26.oktober 2024

SKRIVAÐ: Steingrim Abrahamsen  |  02.11.2024 - 12:00 Lesarabrøv Politikkur

Tað er sjáldan, tú hvessir oyruni og skrúvar upp fyri kvf, men tað hendi undir sendingini Vikan  leygardagin 26. Oktober 2024.

 

 

 

Verturin Ingi Rasmussen, segði, at vikan hevði verið so baldrut, at tey evni, hann hevði avtalað við luttakararnar Ben Arabo, Anniku Sølvará og Arna Zachariassen ikki komu á skránna, tí so nógv var hent á politiska pallinum í løgtinginum.

Evnini, verturin hevði valt at skifta orð um, vóru fráfarandi formaðurin fyri tjóðveldi Høgni Hoydal, Ingilin D. Strøm, sum noyddist at siga seg frá sum landstýriskvinna, koppsetingin móti HPV og sølan av SMS til íslendingar.

Verturin dugdi væl at stýra orðaskiftinum og var skjótur at avbróta, tá tosað var uttanum.

Fyrsti spurningurin hjá Inga var, hvat lutttakararnir hildu um Høgna sum politikkara. Panelið gav Høgna nógv rósandi orð: Høgni er ein imponerandi og gløggur politikari, komprisleysur – meiri ein idealistur enn realistur. Panelið hevði stóra respekt fyri Høgna, hann er ein kempa í føroyskum politikki. Høgni hevur flutt hugburðin til politikk og verið ein fyrimynd fyri nógv. Men hann hevði verið nóg so naivur og studentikosur, tá hann sum ráðharri í fullveldismálum fór niður at tingast við Poul Nyrup Rasmussen um treytirnar fyri føroyskum fullveldi.

Høgni var ungi framfýsni politikkarin, sum vildi flyta nakað á fullveldisleið. Vilt tú flyta nakað, so er tað onkur, sum má ganga á odda og sum ikki heystar.

Tá ideologiin fyllir so nógv, so mást tú hava fakta – tey veruligu politisku viðurskiftini - við í tíni umhugsan. Tað knípti hjá Høgna – hann var sera polariserandi ta fyrstu tíðina sum ráðharri í fullveldismálum.

Hyggur tú aftur á politisku leiðina hjá Høgna, tá hann fór niður at tingast við danir um fullveldið, so eru tað nøkur viðurskifti, sum fella í eyguni: Hann hevði eitt smalt mandat og fólkini, sum hann hevði at ráðgeva sær, vóru púra eiðasør innan politiskt hondverk og høvdu onki innlit í diplomati. Tí kundi Poul Nyrop trumpa síni sjónarmið í gjøgnum. Hetta var orsøkin til, at føroyingar komu aftur sum av torvheiðum.

Høgni sum politikkari á Føroya løgtingi hevur skarað framúr samanborin við flestu politikkarar, tá tað snýr seg um at bera fram mál og argumentera fyri sínum sjónarmiðum. Flestu aðrir politikarar hava nóg illa sett seg inn í málið, sum er til viðgerðar og hava í hægsta føri kunnað svingað seg upp til argumentasjónsháttin: Nú tit sita við valdið er onki skil á, men tá vit høvdu valdið tá...

Høgni hevur altíð verið siðiligur í orð og tal, tað telur til hansara fyrimun.

Men dygdin á tingfólki sum Høgni hevur havt aftur at sær hevur verið misjøvn. Ofta hava alfahannar verið á tingbólkinum, sum havi tikið Høgni av ræði og lagt sektina í floksdisciplin. Tað hevur skatt flokkin og eisini formannin. Høgni hevur ikki verið raskur til at finna semju og konsensus í politiskum málum. Tað er eisini galdandi fyri flestu føroyskar politikkarar. Tí er so lítil framburður í føroyskum politikki. Eitt nýtt landsstýri setir flestu kunngerðir og lógir hjá undanfarna landsstýri úr gildi.

 

Var málið um Ingilin D. Strøm ein stormur í einum snapsaglasi, vildi Ingi vita. Tað helt panelið. Málið kom alt ov langt. Átti at verið steðgað í byrjanini. Løgmaður skuldi fingið Ingilín til at biðið um umbering um óhepnu orðingina um haldføri hjá Bústøðum; so var málið ikki komið so langt.

At málið útartaði so ógvisliga, vísir, at løgtingsmenn royna at skáka sær undan ábyrgd.Teir hava hug at goyma seg aftan fyri serfrøðingar og eru skjótir at seta kanningarstjóra, tá okkurt kontroversielt mál skal loysast. Tað eru ikki embætismenn og serfrøðingar, sum skulu taka avgerðir fyri løgtingsmenn. Løgtingsmenninir eru valdir í løgtingið at taka avgerðir.

 

Triðja málið, sum var til viðgerðar, var málið um HPV-vaksinu. Panelið var samt um, at álitið á serfrøðingar aftan á Corona minkaði nógv. So er spurningurin, hvussu er við koppsetingum móti tuberklum, meslingum, kikhosta o.ø. sjúkum. Skal man verða ímóti slíkum koppsetingum, sum seg vísa at hava avgerandi týdning fyri fólkaheilsuna.

Anitvísandaligt rák er í samfelagnum. Man vil aftur til eina romantisering av lívinum uttan koppseting og medisin. Man gloymir bara, at fyrr, tá fólk ikki høvdu medisin og kundi vaksinerast móti ymsum umfarssjúkum, var miðalaldurin 40 ár.

 

Fjórða málið, sum varð umrøtt, var sølan av SMS til íslendingar. Panelluttakararnir sóðu tað ikki sum nakra ólukku, at SMS var selt til íslendingar. Teir hildu tað var løgið,  at føroyskir investeringsfeløg við pensjónspengum vóru so ósjónlig í Føroyum, men  investeraðu pengarnar uttanlanda. Hvar fara føroysku pengarnir.? Tað er ikki sunt, at so nógvir pengar standa og sova.

 

Í sendingini blivu beinrakin orð søgd um Høgna Hoydal sum politikara og málið um Ingilín Strøm varð væl analyserað. Málið um HPV-vaksinu varð sett í perspektiv. Sølan av SMS var púra í lagi, men spurt var eftir føroyskum investeringspengum – hví koma teir ikki á banan?

 

Samanumtikið kunnu vit siga, at panellutakararnir setti fingurin á nøkur eym punkt í føroyskum politikki. Fyri 26 árum síðan var fullveldi á breddanum í føroyskum politiskum kjaki. Nú verður tað neyvan tikið á tunguna. Skal man vera eitt sindur frekur, so eru vit ikki komin stórt longur enn 1888, tá Føroyingafelag varð stovnsett. Er okkurt goyggj, so er tað at vit skulu loysa frá Danmak, men hvussu tað skal gerast, verður onki sagt um. Skulu føroyingar vera saman við grønlendingum, íslendingum, norðmonnum ella dønum? Tað er naivt at hugsa sær, at einar sjálvstøðugar Føroyar sleppa at liggja einsamallar út í Atlantshavinum og hygga sær.

 

So eru vit aftur komin til spurningin: Hví duga vit føroyingar so illa at blanda sjussin: idealisma/moralur mótvegis realismu, tá tað snýr seg um politikk og moralskar spurningar.

 

Steingrim Abrahamsen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Amnesty International enn eitt álop á Ís…
Kí samrøður við Niclas Niclasen og Jákup…
Samrøða við Elsebeth Mercedis
Býarbussu­rin koyrir aftur
Sendið inn uppskot til Ársins Rósu
Avmarkað eftirlit við týðandi rættarregl…
Fleiri enn 30 fráboða­nir komnar
KÍ á breddanum í dag
Hugna sær í illveðrinum
Allir mans eru úti
Allir dagstov­nar stongdir
Skúla­gongdin á Skúlatrøð avlýst
Býarbussu­rin avlýsir koyring­ina í morgin
Meir um ringa veðrið
Danskar fyritøkur selja fyri milliardir…
Um ringa veðrið, sum er í væntu
Narniaævintýri gjørdi innreið í Varpið
Búskapu­rin fær undanvind frá vitlíki
Jóla­hugnaløta í Christians­kirkjuni frígg…
Bjarta, Jógvan, David og Maja spæla jóli…