Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trivnaður og mentan skal raðfestast

SKRIVAÐ: Terja Ósá Sivertsen  |  06.11.2024 - 00:50 Politikkur Tíðindaskriv

Góður trivnaður skal verða í Klaksvík. Sum áður nevnt, so ynski eg at frítíðar- og áhugafeløg skula hava ágóðar, barnafrádrátturin skal hækkast og eitt frítiðarkort skal koma. Umframt at vit skula raðfesta bústaðarmøguleikar.

 

 

 

 

Hvat annað ynskja vit?

Eitt gott frítíðar- og mentanarlív.

Borgarin skal føla seg væl í Klaksvík -  ein partur av einum felagskapi. Vit skulu øll trivast, hóast ymisk áhugamál.

Fólkið skal hava eina rødd. Og tí haldi eg, at tað hevði verið upplagt at havt trivnaðarnevndir, har vanligi borgarin kann taka lut í. Hetta kunnu verða nevndir fyri ymiskar aldursbólkar. T.d 15-17 ár, 18-24 ár, 25-30 ár, 31-40 ár o.s.fr.

Hetta kann eisini verða við til at ungdómurin fær eina rødd, og uppá sama máta fær viðurkenning og vekjur áhuga fyri politikki. Og samstundis skapar sær meiningar, um hvat tey ynskja fyri Klaksvíkina.

Hesar trivnaðarnevndir, kunna hava eina rødd. Og saman við kommunu, kunna tær samstarva við fyritøkur og eldsálir, sum ynskja at skipa fyri mentanarlig tiltøk.

Kommunan hevur hølir, ið kunna nýtast. Millum annað hava vit júst fingið eitt nýtt mentanarhús. Eg haldi, at hetta kundi verið upplagt, at hava fleiri tiltøk inni har og fyri ein sámuligan prís.
Tey ið ynskja at bjóða seg framm, kundu nýtt Varpið til fleiri mentanarlig tiltøk. – Heldur fleiri bílig tiltøk, enn fá kostnaðarmikil tiltøk.

Kommunan skal verða ein viðleikari og skapa karmar, har mentan og trivnaður kemur í fremstu røð.

 

Lestrarcafé og fríløtan.

Fleiri lesandi noyðast at búgva heima, vegna høgu bústaðrprísir og bústaðartrotið.

Onnur hava børn og mangla eitt stað, fyri at fáa arbeiðsfrið og onnur klára betur at hugsavna seg, um tey fara út úr húsinum.

Eg ynski at viðvirka til at borgarin fær eitt høli, har m.a lesandi kunna fara inn at gera skúlating, bólkaarbeiði og annað. Hetta skal eisini verða eitt stað til tey, ið bara ynskja sær friløtu við einari bók, arbeiði og alt annað, sum dagligdagurin við hús kann órógva.

Eitt lestrar og fríløtu stað - ókeypis til borgaran.

 

Terja Ósá Sivertsen

Valevni fyri javnaðarflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvík fyri øll 
Frælsi til eitt sjálvstøðugt, trygt og v…
Russlands­sáttmálin er eisini fullveldiss…
90 ár føðingardagur
Tvær stórar keypssamtøkur samstarva tvør…
Settu okkum í samband við Russar
Valdystu­rin í hæddini: Seinasta freist!
Myndarøð: Valfundur í Varpinum
Trivnaður og mentan skal raðfestast
Almennur valfundur í Varpinum kl 19:00
50 ára starvsdagur - Móttøka
Tey eldru og tey royndu
Stjørnan og Neistin í kvøld kl 18.15
Tey við seinheilaskaða mugu fáa betri um…
Missiónsvika í Kfum & K
Hoyr hvat hendi á Valkafé'in
Jú, nógvar 100 tals milliónir orsøkir at…
Leivur takkar fyri seg
Í kvøld venur A-landsliðið í Klaksvík
JFK-Open 2024
Lýsing