Tey eldru og tey royndu
Vit skulu ikki bara vera til. Men liva alt lívið. Í okkara kommunu skulu eldri fólk vera eitt dýrabart tilfeingi. Tað skal vera gott at vaksa upp og búnast her.
Vit skulu hugsa fyribyrging. So fólk kunnu vera virkin og búgva heima sum longst.
Tilboðini at venja skulu vera fleiri. Har hugsi eg, at ítróttarøkini í býnum eisini kunnu nýtast av eldru borgarum í morgun og dagtímunum. Okkara eldru borgarar skulu hava nøkur tilhald og tilboð at velja ímillum. Og tað góða býarumhvørvið, har tú trygt kanst spáka tær ein hugnaliga túr í einum rørsluvinarligum býi, eigur at vera ein sjálvfylgja. Og um veturin skal gongubreytin ruddast fyri kava.
Sum býráð mugu vit slóða fyri meiri smidligum íbúðarmynstri. Orkar tú ikki at sita í ov stórum húsum, so eigur ein hóskandi eldraíbúð at vera ein møguleiki.
Um fólk gerast sjúk ella óhjálpin, skulu vit sum samfelag vera klár at veita stuðul og neyðugu viðgerð. Og vit skulu bjóða øllum okkara bo0rgarum góða venjing. Um mistir førleikar ikki kunnu endurvinnast, og tørvur er á røkt og heilsutænastu, so skulu vit veita og skapa umstøður fyri hesum í nærumhvørvinum.
Vit skulu ikki tosa um at eldri eru hjálparleys og ein byrða fyri samfelagið. Tvørturímóti. Vit skulu tosa um tað góða langa lívið. Og hvussu vit her í kommununi kunnu gagna hvørjum øðrum.
Tveir triðingar av eldru íbúgvunum eru sjálvhjálpin og húsast sjálv. Hetta eru alt fólk vit nógvum lívsroyndum, ið eru ein ómissandi hjálp hjá yngru ættarliðum og allari familjuni. Hugsa um alla nyttuna, sum ommur og abbar gera í teimum mongu heiminum, sum her eru. Nei, hetta kann ikki gerast upp í pengum.
Tað eru eisini tey, sum hava nógva vitan og royndir og sum kunnu halda alskyns fyrilestrar og livandi siga okkara søgu, so hon ikki fer fyri skeyti.
Tey eldru skulu taka avgerð sjálv, hvussu leingi tey vilja vera á arbeiðsmarknaðinum. Við øðrum orðum, eru tey væl fyri, hava orku og megna eitt arbeiði, skulu tey sleppa at arbeiða so leingi tey kunnu. Tað skal loysa seg at arbeiða.
Í Klaksvík verður tó ikki heilt onki gjørt. Tey sjálvbodnu í Smæruni og eldrafelagsskapir gera eitt megnar arbeiði við at hava ymisk áhugaverd tiltøk. Fleiri og fleiri gera brúk av fyribyrgjandi venjitilboðnum í Ven og Virka. Samkomurnar í býnum gera somuleiðis eitt stórt arbeiði ætlað teimum eldru, tær bjóða regluliga inn til bæði fyrilestrar, sangløtur og hava opið hús við kaffipráti. Og nógvar góðar ógloymandi løtur hava eisini verið í kirkjukjallarnum.
Men tess meiri býurin hevur at bjóða, hugnaligari og frískari verða okkara ellisár. Vit ynskja øll at okkara kæru, sum hava stríðst fyri dagin og vegin gjøgnum lívið, skulu vera virkin og taka lut. Meiri enn nakar eiga tey lut í, at samfelagið er so framkomið sum tað er, og at vit øll hava tað so mikið gott.
Annika S. Biskopstø
X við lista E