Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit spurdu, tit svaraðu

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  04.11.2024 - 18:05 Mentan Tíðindaskriv

Beint sum OY Voxbotn 2024 varð av, settu vit spurningin“Hvønn vilt tú hoyra á OY Voxbotn 2025?”. Eitt ynski, iðgekk aftur og aftur, var bólkurin Suspekt. Tí gjørdu vit skjóttav, og bjóðaðu teimum at luttaka á OY Voxbotn 2025, og teirjáttaðu beinavegin. Gleð teg til eina rimmar veitslu!

 

 

Teir eru kendir sum bad boys í donsku tónleikavinnuni, tí sangirnir snúgva seg um sex, drugs og rock n´roll lívið í Keypmannahavn. 

Einaferð vóru tey í Harkaliðnum hildin at vera frek og ónærislig, men teirra sangir eru sum sálmar afturímóti teimum hjá Supsekt. Tey tilkomnu hava hug at rodna eitt sindur tá sangir sum Gonzo verða spældir, men lurtar tú eftir fjøldini, hoyrir tú, at tey duga hvørt eitt orð. Tí Suspekt hoyrir til eitthvørt ball, og OY Voxbotn er eisini eitt risa ball. 

Men fyrst og fremst er talan um feitan og stuttliga tónleik. Bólkurin hevur røtur aftur til síðst í 90’unum. Tá vóru teirbara unglingar. Men tað var ikki fyrr enn í nullunum ,at bólkurin veruliga slerdi seg fastan á danska tónleikapallinum. Hetta var tá teir í 2003 góvu út útgávuna "Ingen slukker the stars". Eitt lag á útgávuni eitur “Kinky Fætter”, og hetta lag verður av fjølmiðlum lýst sum lagið, sum tók tað óspilta og óseka úr donskum hip hop tónleiki.

Suspekt broytti sostatt danskan tónleik við at tora at vera grovir og fúlir - og fjøldin elskaði tað. Nú er Suspekt fastur gestir á teimum stóru pallinum í ríkinum, og teir hava samstarva við mongum stórum listafólkum so sum Kendrick Lamar, Lucas Graham, Tessa og øðrum.

Tað verður rimmar veitsla tá teir fara á pallin 28. juni. Lat tí smædna aftuhaldni liggja eftir við hús, og geyla við teimum villu, stuttligu og ópassandi sangunum. 

Atgongumerki fáast á ebillet.fo fyri kr. 795,- umframt avgreiðslugjøld. 

OY Voxbotn 2025. Í samstarvi við Posta, Føroya Banka, Eta, Atlantic Airways, OY, SMS, Burger King, effo, Coca Cola, Nema, Hoyrnin og Red Bull.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mangir løkir smáir...
Skúlin er hjarta í býnum!
Suður­streymoyar Sjálvstýris­felag stovnað
Stjørnan og Neistin í annaðkvøld
Vit spurdu, tit svaraðu
Hugnaløta: Jónsvein Bech hugleiðir um Li…
Temadagur á Hotel Hafnia um epilepsi
Nærdemokratisku hetjurnar
Norðlýsið á gøtuni
Sálarfrøðingu­rin á Skúlatrøð í fast star…
Tað skal fríðkast um gangandi fót
Fleiri pengar til annað enn royk!
Christian, so Norðingur og Borgarin
Nýggj bók við gomlum myndum úr Norðoyggj…
Línufiski­skapur og fiski­veiðimøguleikar
Barna­familjan – Okkara framtíð
Páll og Hallur eru aftur á A-lands­liðnum
Valkafé á Varpinum
Veðrið í vikuni
Hoyr BEINLEIÐIS í Varpinum her