Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað skal fríðkast um gangandi fót

SKRIVAÐ: Súsanna Lydersen  |  04.11.2024 - 14:00 Politikkur Tíðindaskriv

 

Klaksvíkar kommuna hevur í fleiri ár verið eitt byggipláss, við nógvum íløgum, sum hava verið í gongd i senn. Av tí sama hevur viðlíkahald ikki verið raðfest frammaliga í tí kommunalu fíggjarætlanini. Hetta má broytast. Vegir, gonguteigar, grøn økir, spæliplláss mangla eina kerliga hond.

Gongur tú ein túr í Klaksvík ella út á Norðoyri ella í kommununi sum heild, so er hetta sjón fyri søgn. Nærum allir vegirnir treingja nú til at vera asfalteraðir av nýggjum, gonguteigar eru fullir av gróðri og niðurslitnir, nógvir gonguteigar eru fullir í holum og ringt er at ganga á teimum, fyri ikki at siga óbrúkiligur sum gonguteigar.

Vit hava gamlar býlingar, sum ongantíð hava havt gonguteigar við skili. Úti í Norðoyri, har barnagarður er, er ongin gonguteigur og vegurin er við ongum skili. Vegurin, sum er frá Klaksvík til Ánirnar, er ein vegur við nógvari ferðslu og ferðin er høg, men her eru borgarar sum búgva eftir hesum vegnum og tí má tað gerast soleiðis at her ber til at ganga, súkkla osfr.

Trivnaður er ringur at fáa at grógva á einum byggiplássi. Tí er alneyðugt at fáa raðfest viðlíkahald og eisini at fríðka um býin, so sum at gera tey grønu økini liðug, fáa fullfíggja spæliplássini og hava grøn økir sum eru atkomuvinarlig fyri allar borgarar og at fríðka um tey grønu økini. Vágsbøur er á hvørjum ári karmur um eitt tað størsta tiltakið, sum er í Føroyum. Her eigur Kommunan at hugsa um hvussu vit kunnu fáa hetta øki upp aftur betri og atkomuvinarligt fyri øll.

Ein fjøruvegur var einaferð í eini býarætlan hjá Klaksvíkar kommunu, hesin eigur at vera raðfestur hægri nú og loysnir eiga at finnast til at fáa hann gjørdan.

Eitt sum eisini manglar eru fleiri skrellispannir fram við gonguteigunum, tað kunnu gott vera fleiri skrellispannir og tær kunnu vera á báðum síðum.

Gongugøtan út í Grøv er ein gøta, har nógv fólk ganga. Har kann kommunan gott fríðka meir um og hava fleiri benkur. Borðoyavík er vorðið eitt fast tilhaldsstað hjá dipparum og har er eisini gjørt ymist fyri at tað skal gerast høgligari og betri umstøður til tey sum brúka henda møguleikan, hetta er ordiliga gott, men her manglar eisini at gera liðugt. Vegurin oman til dippi keiina er ikki nóg góður og tað manglar at gera liðugt her.

Klaksvíkar kommuna eigur at venda sjóneykuni móti Kalsoynni. Kalsoyggin er vorðin ein tann mest vitjaða oyggin í Føroyum, bara í ár hava uml. 25.000 ferðafólk verið á oynni frá mai til septembur, og hetta merkist. Fólkið sum býr á oynni ger sítt til, at ferðafólk kunnu fáa ein góða uppliving., og tað eigur kommunan at seta prís uppá og vísa hetta við at stuðla uppundir hetta virksemi á oynni við at gera fleiri almenn støð har vitjandi á oynni kunnu fara inn, Almenn wc eru nøkur av, men onkur teirra má dagførast soleiðis at rørðslutarnaði fáa lættari atgongd til hesi, og har kunnu gott gerast fleiri.

Nú er eitt bíðihølið gjørt á ferjuleguni - og tað er ordiliga gott, men kommunan kann her vísa meira vilja at gera økið meira brúkaravinarlig og fríðka um. Vegir og spælipláss á oynni mangla eisini eina kerliga hond.
Tunlar eru ávegis norð um fjall og um hesir tunlarnir koma at hava somu ávirkan á næruhvørvi sum aðrir tunlar í landinum. So koma bygdin Árnafjørður, oyggin Svínoy, kommunurnar Hvannasund, Viðareiði og Fugloy at merkja hetta við einum vaksandi talið av ferðafólkum. Í Árnafirði er ein lekkur sandstrond sum tað longu í dag eru nógv vitjandi á um summarið, hetta kann mann rokna við kemur at veksa við tunlinum og her kann kommunan stuðla nærumhvørvinum í Árnafirðið við at fáa rudda sandin, gera smærri økir við borðum og benkrum, hava almenn wc, og hava fólk á staðnum. har verður eisini neyðugt at raðfesta parkeringspláss.

Ferðaleiðin til Svínoyar fær heilt sikkurt eina avbjóðing við øking av ferðafólkum. Hetta ræður kommunan ikki yvir, men tað merkir ikki at kommunan skal venda blinda eyga til. Kommunan skal til eina og hvørja tíð stuðla undir og lurta eftir teim sum búgva á oynni hvussu umstøður á oynni kunnu gerast betur, bæði fyri tey sum búgva á oynni og fyri teimum sum ferðast til oynna.

 

Súsanna Lydersen

Javnaðarflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mangir løkir smáir...
Skúlin er hjarta í býnum!
Suður­streymoyar Sjálvstýris­felag stovnað
Stjørnan og Neistin í annaðkvøld
Vit spurdu, tit svaraðu
Hugnaløta: Jónsvein Bech hugleiðir um Li…
Temadagur á Hotel Hafnia um epilepsi
Nærdemokratisku hetjurnar
Norðlýsið á gøtuni
Sálarfrøðingu­rin á Skúlatrøð í fast star…
Tað skal fríðkast um gangandi fót
Fleiri pengar til annað enn royk!
Christian, so Norðingur og Borgarin
Nýggj bók við gomlum myndum úr Norðoyggj…
Línufiski­skapur og fiski­veiðimøguleikar
Barna­familjan – Okkara framtíð
Páll og Hallur eru aftur á A-lands­liðnum
Valkafé á Varpinum
Veðrið í vikuni
Hoyr BEINLEIÐIS í Varpinum her