Barnafamiljan – Okkara framtíð
Eg stilli upp til býráðsvalið, tí at eg vil gera mun í kommununi. Eg ynski at arbeiða fyri, at børn og ung skulu hava tað gott. Fólk skulu trívast her, og miðað má vera ímóti fólkavøkstri í kommununi.
Barnafamiljur eru ofta fíggjarliga sperdar. Eg tilmæli, at barnafrádrátturin skal hækka frá 6.500 til 7.000 kr. um árið fyri hvørt barnið. Øll børn og ung mugu hava sama møguleika til ítrótt, mentan og onnur frítíðartilboð í kommununi. Eitt uppskot kundi verið, at familjur við lægri inntøkum kundu vent sær til Miðlan í býráðnum og søkt um frítíðarkort til síni børn. Øll hava ikki brúk fyri slíkum korti, men hjá mongum barnafamiljum sansar nú at. Eitt frítíðarkort vil eggja børnum og ungum at vera likamliga ella sosialt virkin, og hevur sostatt eitt heilsufremjandi endamál. Frítíðarkortið forðar sosialum ójavnað á tann hátt, at allar barnafamiljur fáa møguleikan at lata síni børn ganga til ymiskar aktivitetir. Afturat hesum kann tað tálma happing og sálarligari strongd millum ung, sum er ein vaksandi trupulleiki.
Sum kommuna mugu vit gera alt fyri, at barnafamiljur trívast her. Børnini eru okkara framtíð. Vit mugu hava ansingartrygd við at kunna veita ansingarpláss til øll børn undir skúlaaldri og menna frítíðarvirksemi til børn og ung. Sum kommuna kunnu vit skipa fyri familjudøgum og øðrum savnandi tiltøkum fyri alla familjuna. Barnafagnaðardagurin, sum hevur verið í fleiri ár, skal varðveitast, stuðlast og mennast. Kommunan má eisini raðfesta at gera verkætlanir lidnar s.s. spælipláss og skúlagarð.
Fyri at tey ungu skulu verða hoyrd, skal kommunan leggja stóran dent á at samstarva við næmingaráð skúlans, foreldraumboð og starvsfólk skúlans. Einki barn má detta niður ímillum, tískil má kommunan hava eitt vakið eyga og góðar skipanir til at lofta teimum børnum og familjum, sum hava avbjóðingar ella serligan tørv.
Børnini eru okkara framtíð og mugu tí raðfestast høgt!
Mildrid á Lógv
Valevni á lista E í Klaksvíkar kommunu