Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fleiri pengar til annað enn royk!

SKRIVAÐ: Anfinn í Toft  |  04.11.2024 - 13:00 Politikkur Tíðindaskriv

Umhvørvisliga hava vit ein gloymdan dýrgrip liggjandi í Klaksvík – sjóhitaskipanina.

 

Tað er undranarvert tí hon er har og hon kann spara kommununi nógvar pengar!

Smáar ítøkiligar verkætlanir, so sum at binda orkuslúkarnar hjá Klaksvíkar kommunu í skipanina er útsett fleiri ferðir, ofta fyri at finna pening til aðrar politiskar ætlanir.

Men ítøkilig umhvørvismál spara eisini pengar - pengar ið kommunan ikki hevur yvirflóð av!

Til dømis at binda hesar bygningar í skipanina:

  • Svimjihøllini
  • Batmintonhøllini
  • KÍ-høllini
  • Bláa skýlinum

Íbindingin kostar einans 7 mió. og sparir seg inn aftur í hesum valskeiðnum, og onkur av hesum bygningum sparir íløguna aftur innan eitt ár!

Um fá ár, fer íløgan at geva okkara kommunu pluss á kontuna, eina kontu ið er á dundrandi minus! Pengar ið kunnu verða nýttir til onnur góð endamál m.a. býarmenning, fríðkan og støð ið kunnu skapa ein vakran og samanhangandi bý, okkara børn og so mangt annað.

Sjóhitaskipanin sparir kommununi nógvan pening, men kann lættliga spara okkum enn meiri, tí bara 1/3 av skipanini er gagnnýtt. Og tess betri vit gagnnýta hana, tess minni kostar orkan at framleiða.

Aðrir bygningar ynskja eisini at binda í. Tað hevði gjørt prísin enn bíligari, bygningar sum:

Nýggi skúlin á Skúlatrøð, Føroyabjór, Kirkjan, Tekniski skúli, Betri Banki, Kfum vm.

Tað er ikki ókent at verkætlanir og góð politisk hugskot verða førd út í verki, uttan eina ætlan – og tí blíva tær ofta ikki lidnar, og fáa heldur ikki tann virknað sum ætlað.

Tað er tí minst líka umráðandi at hyggja at tí smáa sum tí stóra! Lat okkum eisini duga at gagnnýta okkara íløgur til fulnar, so tær skapa vøkstur fyri okkum og kommunukassan!

 

Anfinn í Toft

X við meg á lista E

Valevni fyri Tjóveldisflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mangir løkir smáir...
Skúlin er hjarta í býnum!
Suður­streymoyar Sjálvstýris­felag stovnað
Stjørnan og Neistin í annaðkvøld
Vit spurdu, tit svaraðu
Hugnaløta: Jónsvein Bech hugleiðir um Li…
Temadagur á Hotel Hafnia um epilepsi
Nærdemokratisku hetjurnar
Norðlýsið á gøtuni
Sálarfrøðingu­rin á Skúlatrøð í fast star…
Tað skal fríðkast um gangandi fót
Fleiri pengar til annað enn royk!
Christian, so Norðingur og Borgarin
Nýggj bók við gomlum myndum úr Norðoyggj…
Línufiski­skapur og fiski­veiðimøguleikar
Barna­familjan – Okkara framtíð
Páll og Hallur eru aftur á A-lands­liðnum
Valkafé á Varpinum
Veðrið í vikuni
Hoyr BEINLEIÐIS í Varpinum her