Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mangir løkir smáir...

SKRIVAÐ: Finnbjørn Vang  |  05.11.2024 - 00:49 Politikkur Tíðindaskriv

Lat okkum fáa skil uppá raksturin beinanvegin, so man – innan alt ov langa tíð - realistiskt kann vænta ein skattalætta; ikki bara tóm lyftir 4. hvørt ár

 

Tað er vorðið ómetaliga torført, at seta føtur undir egið borð, og tungt at fáa endarnar at røkka saman. Leggja vit prísvøksturin seinastu tíðina, og hørðu krøvini frá peningastovnunum afturat, sær tað tíverri ikki gott út. Ein lítil glotti er viðvíkjandi rentuni, sum er ávegis niðureftir, men tað kann broytast aftur skjótt. Um vøkstur og trivnaður skal vera í hásæti, er alneyðugt at kommunan hevur ein haldbæran og sunnan rakstur.

Seinastu mongu árini, hevur skattaprosentið í Klaksvíkar kommunu ligið væl omanfyri miðal fyri landið. Og hóast skatta-inntøkurnar støðugt hava vaksið, samstundis sum allir pílar hava peikað beint uppeftir, skyldar kommunan meir enn gott er. Tað er veruliga so galið, at har vit í hugaheiminum altíð vilja vera betri enn høvuðsstaðurin, er skuld eitt parametur, har vit vinna við fleiri bátslongdum. Er ætlanin at útboð og tænastur, á øllum økjum, ikki skulu versna, so má hetta takast í álvara. Annars verður kommunan spakuliga týnd av rentum og avdrøgum. Lat okkum fáa skil uppá raksturin beinanvegin, so man – innan alt ov langa tíð - realistiskt kann vænta ein skattalætta; ikki bara tóm lyftir 4. hvørt ár.

Kommunan kann ikki sjálv broyta botnfrádráttin, tann heimildin er hjá Løgtinginum. Men tað hevði einki bilað, um kommunan royndi at fáa undirtøku fyri at prístalsjavna kommunala botnfrádráttin. Hann hevur í alt ov langa tíð staðið í stað.

Barnafrádráttin kann og burdi kommunan hækkað. Hann hevur í nógv ár ligið niðanfyri miðal fyri landi. Haldi eisini, at Klaksvíkar kommuna beinanvegin eftir hækking, skal fáa prístalsjavnað barnafrádráttin. Yvirhøvur burdi verið hugt eftir út- og avgjøldum, um tey kunnu prístalsjavnast. So verða fíggjarligu útsvingini minni – bæði fyri borgarar og kommunu -, og fíggjarætlanin nógv greiðari.

Frítíðarkort kostar ikki tað heilt stóra, meðan ágóðarnir eru óteljandi. Aðrar kommunur hava góðar royndir við hesum, og skuldi tað sjálvandi eisini verið í Klaksvíkar kommunu. At stuðla frítíðarvirksemi av ymsum slag, er ein íløga – ikki ein útreiðsla. Her má eg skoyta uppí, at tað er óskiljandi, at man spardi vekk “ung í arbeiði”. Heldur skuldi skipanin verðið ment. Møguliga tillaga til onnur eisini, sum hava hug og orku, men ikki megna fulla tíð.

Mangir løkir smáir gera stórar áir.

 

Finnbjørn Vang,

Valevni á lista C

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bakkafrost úrslit triði ársfjórð­ingur 20…
Mangir løkir smáir...
Skúlin er hjarta í býnum!
Suður­streymoyar Sjálvstýris­felag stovnað
Stjørnan og Neistin í annaðkvøld
Vit spurdu, tit svaraðu
Hugnaløta: Jónsvein Bech hugleiðir um Li…
Temadagur á Hotel Hafnia um epilepsi
Nærdemokratisku hetjurnar
Norðlýsið á gøtuni
Sálarfrøðingu­rin á Skúlatrøð í fast star…
Tað skal fríðkast um gangandi fót
Fleiri pengar til annað enn royk!
Christian, so Norðingur og Borgarin
Nýggj bók við gomlum myndum úr Norðoyggj…
Línufiski­skapur og fiski­veiðimøguleikar
Barna­familjan – Okkara framtíð
Páll og Hallur eru aftur á A-lands­liðnum
Valkafé á Varpinum
Veðrið í vikuni