Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Sigrún Brend

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.11.2024 - 19:17 Tíðindi Veðrið

Góða hátrýstveðrið, sum hevur verið allan dag, fer at vera í morgin eisini, men so fara brúgvaløg frá fleiri lágtrýstum framvið. Hetta fer at geva okkum løtur við regni ella ælaveðri í miðvikuni og fram ímóti vikuskiftinum.

Hátrýst hava vanliga gott veður við sær, og tað hava vit havt í dag (sunnudag), eftir nokkso keðilig veður seinnapartin leygardagin og leygarkvøldið. Hátrýst halda eisini lágtrýstini við vindi og regni burtur frá okkum.

Í morgin fer hátrýstið eystureftir, og so sleppa lágtrýstini nærri okkum. Regnumráði (brúgvaløg) hoyra altíð til lágtrýst, og tey stinga seg vanliga úr miðjuni á lágtrýstinum og eystureftir. Nøkur teirra fara at røkka til okkara, og tí er ikki turt allar dagarnar í vikuni.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Hann fer at liggja um sunnan allan dagin. Um náttina og fyrrapartin er vindferðin 5 til 10 m/s, men seinnpartin og restina av degnum er minni vindur, 3 til 8 m/s. Allan dagin samdrigið og okkurt ælið her og har. Hitin fer at liggja millum 8 og 12 stig.

Týsdagin:

Um náttina og fyrrapartin lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Seinnapartin og um kvøldið fer hann at liggja millum sunnan og landsynning, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 9 til 13 stig.

Mikudagin:

Um náttina 5 til 10 m/s sunnaneftir, samdrigið og ælaveður. Fyrrapartin støkkur hann vesturum til útsynning og minkar vindurin niður í 3 til 8 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin og um kvøldið landsynningur og sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Hitin 9 til 13 stig.

Hósdagin:

Um náttina 8 til 13 m/s av suðuri, samdrigið og yvirhøvur turt. Men vindurin veksur fyrrapartin og seinnapartin, og um kvøldið eru 13 til 18 m/s, tað fer at draga á luftin út á dagin, og sum frálíður fer at regna. Hitin 8 til 12 stig.

Fríggjadagin:

Um náttina 10 til 15 m/s av útsynningi, smáskýggjað og turt. Um morgunin minkandi vindur og ættin fer at lækka. Á middegi er eitt lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s. Seinnapartin aftur samdrigið og regn av landsynningi, og vindurin er tá vaksin upp í 13 til 18 m/s. Sein um kvøldið fer at minka. Hitin 7 til 12 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mangir løkir smáir...
Skúlin er hjarta í býnum!
Suður­streymoyar Sjálvstýris­felag stovnað
Stjørnan og Neistin í annaðkvøld
Vit spurdu, tit svaraðu
Hugnaløta: Jónsvein Bech hugleiðir um Li…
Temadagur á Hotel Hafnia um epilepsi
Nærdemokratisku hetjurnar
Norðlýsið á gøtuni
Sálarfrøðingu­rin á Skúlatrøð í fast star…
Tað skal fríðkast um gangandi fót
Fleiri pengar til annað enn royk!
Christian, so Norðingur og Borgarin
Nýggj bók við gomlum myndum úr Norðoyggj…
Línufiski­skapur og fiski­veiðimøguleikar
Barna­familjan – Okkara framtíð
Páll og Hallur eru aftur á A-lands­liðnum
Valkafé á Varpinum
Veðrið í vikuni
Hoyr BEINLEIÐIS í Varpinum her