Sálarfrøðingurin á Skúlatrøð í fast starv
Klaksvíkar kommuna hevur onga orsøk at bíða eftir eini eftirmeting frá Barna- og undirvísingarmálaráðum, men eigur, og hevur eisini ráð til, at raðfesta sálarfrøðing til børnini í kommununi beinanveg
Í 2021 var ein tríára royndarverkætlan sett í verk, har sálarfrøðingur varð knýttur til Skúlatrøð. Hetta er ein lutfalsliga bílig skipan, sum eisini er fyribyrjgandi.
Hóast verkætlanin er endað, skal hon ikki eftirmetast fyrren í 2025, hevur landsstýrismaðurin í barna- og undirvísingarmálum sagt. Og ikki fyrrenn tá skal støða takast til, um skipanin við sálarfrøðingi á Skúlatrøð skal halda fram, og um sama skipan skal setast í verk á øðrum skúlum kring landið.
Sjeyti næmingar fingu hjálp
Higartil hava 70 næmingar á Skúlatrøð fingið ágóða av royndarverkætlanini. Tað eru serliga teir eldru næmingarnir, sum hava havt tørv á sálarfrøðingi. Talan er um næmingar, sum hava havt ótta, lættari tunglyndi, lágt sjálvsvirði, sorg, rakt av skilnaði millum foreldrini ella hava verið fyri onkrari skakandi hending. Summir næmingar eru sendir víðari til viðkomandi stovn, tá trupulleikarnir hava fevnt um meiri, enn hvat skúlin og skúlasálarfrøðingurin kunnu nøkta.
Tað, at vit longu nú vita, at heili 70 næmingar hava fingið hjálp frá sálarfrøðingi í hesi royndarverkætlan, er nóg góð orsøk at handla beinanvegin.
Fyribyrging bíligari enn viðgerð
Talan er ikki um eina kostnaðarmikla raðfesting í pengum, men hinvegin um eina psykososiala raðfesting, ið kemur at kosta kommununi ómetaliga nógv, um sálarfrøðingurin ikki verður raðfestur. Fyribyrging er altíð bíligari enn viðgerð.
Eg fari virka fyri, at Klaksvíkar kommuna beinanvegin setur sálarfrøðing í fast og varandi starv, verði eg vald í býráðið. Eisini fari eg virka fyri, at allir næmingar í øllum skúlum í Norðoyggjum skulu fáa ágóðan av hesi skipan.
Sylvia Thomsen
Valevni á lista D