Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eldraøkið

SKRIVAÐ: Mildrid á Lógv  |  05.11.2024 - 08:55 Politikkur Tíðindaskriv

Stórar avbjóðingar eru fyri framman innan eldraøkið orsakað av demografisku gongdini í samfelagnum, sum vísir, at tey eldru gerast fleiri í tali. Ein partur av teimum hevur fleiri sjúkur, men heilsan hjá eldri fólki er sum heild betri nú enn fyrr, eins og livialdurin er hækkaður.

 

 

Styrkja heimatænastuna

Við góðari heimatænastu kunnu borgarar klára at búgva heima í sínum kenda umhvørvi leingi. Tey flestu ynskja eisini hetta. Tískil skal kommunan styrkja heimatænastuna við fleiri heimahjálpum og fleiri heimasjúkrarøktarfrøðingum.

Summi eldri heimabúgvandi kenna seg ótryggan at vera einsamøll um náttina. Her kundu ung ella lesandi fingið møguleikan at havt sovandi náttarvaktir og forvunnið sær nakrar krónur, sum hevði verið ein bílig og góð loysn.

 

Endurmenning

Endurmenning (rehabilitering) skal raðfestast høgt, og venjing skal vera eitt tilboð til øll eldri. Hetta er bæði ein fyribyrging av sjúku og sum ein heilsufremjan fyri góðari lívsgóðsku. Umframt likamligar venjingar, so skulu kognitivar venjingar eisini raðfestast. Hetta kann gerast við, at ítriv, bingo o.a. eru skipaði tilboð á røktarheimum ella í dagtilhaldum.

 

Íbúðirnar “Undir Heygnum”

Íbúðirnar “Undir Heygnum” (Undir Kráarbrekku) vóru av fyrstan tíð ætlaðar til norðoyingar at búgva í. Tey, ið ikki vóru nóg væl fyri, kundu so fara oman á “Sambýlið” at fáa høvuðsmáltíðirnar, og um onkur í íbúðunum hevði tørv á hjálp, kundu hesi heita á sjúkrarøktarfrøðingin “á Heygnum” um hjálp. Men einki av hesum kann gerast í dag vegna tess, at ognin er farin í hendurnar á “Bústøðum” í samband við umbýti hjá kommununi.

Hetta hevur við sær, at nú kunnu fólk úr øllum landinum biðja um pláss í íbúðunum Undir Kráarbrekku, har norðoyingar nú ongan framíhjárætt hava. Hetta er stórt afturstig sammett við tær ætlanirnar, ið upprunaliga vóru, og sum hava røtur heilt aftur til 1949. Tá lat Jóannes á Heygnum trøðna til at byggja ellisheim á, og stórur basarur varð havdur á Norðoyastevnu í 1949, har allir heimavirkaðir lutir komu úr øllum bygdum í Norðoyggjum.

 

Fleiri eldraíbúðir

Kommunan skal byggja fleiri eldraíbúðir og hava eldradepil, har møguleiki verður hjá einum pari annaðhvørt at búgva í eini íbúð ella á einum røktarheimi. Ímyndi tykkum, at ein maki kann búgva í eini íbúð nærhendis sínum maka, sum er fluttur á røktarheim. Hetta ger tað nógv lættari at vitja sín kæra maka, sum økir um sálarheilsuna hjá báðum pørtum. Um staðsetingin av eldradeplinum var inni í býnum, so var lættari hjá teimum eldri at fara til handils, á matstovu, til mentanarlig tiltøk osfr.

 

Demensdeild

Á heiminum Við Vágna er nú ein demensdeild, sum er eitt framstig, tí hesir borgarar hava ein serligan tørv, sum krevur serstakar umstøður, og sum eisini krevur serstakar førleikar hjá starvsfólkunum. Vit mugu veita demensraktum og teirra avvarðandi hóskandi tilboð og tænastur, so hesi kunnu liva eitt virðiligt lív.

 

Trot á røktarstarvsfólkum

Búskaparráðið kunngjørdi á várið í 2021, at tørvurin í eldrarøktini í Føroyum væntandi kemur at vaksa við 706 fulltíðar heilsustarvsfólkum tey komandi 10 árini, um vælferðarstøðið skal haldast. Hetta leggur stórt arbeiðstrýst á røktina, sum kann hava neiliga ávirkan á tað psykososiala arbeiðsumhvørvið. Um vit sum kommuna ikki eru framsíggin, so fara væl útbúgvin og dugnalig starvsfólk at flýggja úr røktini. Tað hevur alstóran týdning at fáa starvsfólk at velja umsorganarstørvini til og so gera størvini so áhugaverd, at starvsfólk ikki flýggja frá hesum til onnur størv. Um vit ikki vakna nú, so mugu vit innflyta útlendska arbeiðsmegi til at ansa eftir okkum, tá ið vit verða gomul. Eg ivist ikki í, at vit kunnu fáa dugnalig útlendsk starvsfólk hendan vegin, men tey skilja ikki tað føroyska málið og kenna ikki ta føroysku mentanina. Tí kunnu væntast ov nógvar óneyðugar misskiljingar, tá ið avbjóðingin hjá eldri fólki eisini er hoyrnin og sjónin. Við at fasthalda royndum starvsfólkum, eru sannlíkindir fyri, at góðskan í heilsu- og sjúkrarøktini verður tryggjað. Starvsroyndir og góð menniskjanslig sambond hava so ómetaliga nógv at týða. Somuleiðis hevur viðkomandi útbúgving fyri at tryggja skikkaða fakliga støðið. Við royndum starvsfólkum kenna bæði búfólk og avvarðandi seg tryggan, arbeiðsgongdir ganga lættari, og starvsfólk eru betur nøgd.

Tað, sum vit síggja innan eldraøkið í dag, er ofta ov fá fólk til arbeiðis. Tað ger tað torført at fáa tíð til nakað annað útyvir grundleggjandi røkt. Tað er spell, tí menniskjað hevur tørv á meira enn at blíva vaskað og fáa mat og drekka. Fyri at tryggja góðskuna í eldrarøktini, so má hægri normering setast inn til ávísar tímar á degnum. Tí hvat fær mann, um ov fá starvsfólk eru? Ja, so fær mann eitt høgt arbeiðstrýst, har starvsfólk gerast útkoyrd, sum ofta endar við sjúkrameldingum. So er onki vunnið! Býráðspolitikarar mugu samstarva væl við leiðararnar innan eldraøkið og leggja seg eftir at lurta eftir tí, sum hendir á “gólvinum” og gera nakað við tað í tann mun, sum tað letur seg gera.

 

Førleikamenning av starvsfólkum

Fyri at okkara eldru borgarar skulu kunna kenna seg tryggar og fáa ta dygdarbestu røktina og umsorganina, so mugu starvsfólkini, sum skulu taka sær av teimum, hava røttu førleikarnar. - Bæði góðar menniskjansligar og námsfrøðiligar eginleikar at skapa góðar relatiónir til tann, sum tørvar hjálp, og viðkomandi heilsufakligar førleikar.

Tørvur er á viðkomandi skeiðum við jøvnum millumbilum, bæði fyri tey ófaklærdu og fyri tey faklærdu. Dagførd vitan á umsorganarøkinum er við til at gera størvini áhugaverdari, skapar arbeiðsnøgdsemi og trivnað, samstundis sum tað økir um góðskuna í heilsu- og sjúkrarøktini.

Sum sjúkrarøktarfrøðingur brenni eg fyri tí heilsufakliga økinum og vil arbeiða fyri, at tað skal verða gott at eldast í Klaksvíkar kommunu.

Set X við meg á lista E!

Mildrid á Lógv

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ára starvsdagur - Móttøka
Tey eldru og tey royndu
Stjørnan og Neistin í kvøld kl 18.15
Tey við seinheilaskaða mugu fáa betri um…
Missiónsvika í Kfum & K
Almennur valfundur í Varpinum kl 19:00
Hoyr hvat hendi á Valkafé'in
Jú, nógvar 100 tals milliónir orsøkir at…
Leivur takkar fyri seg
Í kvøld venur A-landsliðið í Klaksvík
Valdystu­rin í hæddini - enn eitt blað
JFK-Open 2024
Eldraøkið
Bakkafrost úrslit triði ársfjórð­ingur 20…
Mangir løkir smáir...
Skúlin er hjarta í býnum!
Suður­streymoyar Sjálvstýris­felag stovnað
Hoyr hvat hendi á Valkafé'in her
Vit spurdu, tit svaraðu
Hugnaløta: Jónsvein Bech hugleiðir um Li…