Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tey við seinheilaskaða mugu fáa betri umstøður í býnum

SKRIVAÐ: Mildrid á Lógv  |  05.11.2024 - 13:00 Politikkur Tíðindaskriv

Av tí at eg havi varðað av teimum við seinheilaskaða, so havi eg sæð, hvørjar avbjóðingar og hvønn tørv, ið tey hava í gerandisdegnum. Umstøðurnar inni á stovninum hevur Almannaverkið ábyrgdina av, men umstøðurnar uttanfyri matrikkulin hevur Klaksvíkar kommuna ábyrgdina av, sum eg hereftir fari at umrøða.

 

 

Bú-, umlættingar og endurmenningarstovnurin Skálagarður lat upp 1. mars 2023. Hetta er ein stovnur undir Almannaverkinum fyri fólk í øllum landinum við seinheilaskaða í aldrinum 18-67 ár. Eg var leiðari á stovninum fram til 1. mai 2024, har eg og starvsfólk eldhugaði undir uppbyggjanini sum mest hýstu 9 búfólkum í senn í vár. Pláss er fyri 15 búfólkum, og í heyst eru bara 3 búfólk á stovninum, so mann kann ikki siga, at tað gongur tann rætta vegin við at byggja stovnin upp. Men vónandi koma fleiri búfólk inn á stovnin skjótt.

 

Av tí at eg havi varðað av teimum við seinheilaskaða, so havi eg sæð, hvørjar avbjóðingar og hvønn tørv, ið tey hava í gerandisdegnum. Umstøðurnar inni á stovninum hevur Almannaverkið ábyrgdina av, men umstøðurnar uttanfyri matrikkulin hevur Klaksvíkar kommuna ábyrgdina av, sum eg hereftir fari at umrøða.

 

Ferðslan

Serliga er tað tryggleikin á vegnum, sum ikki er nóg góður. Beint uttanfyri Skálagarð, við høvuðsinngongina, skuldi verið ein gonguteigur yvirum til ovaru síðu av Stangavegi 53. Ferðslan er sera nógv, har umframt skjóttkoyrandi persónbilar, nógvir lastbilar og stórir farmabilar koyra. Tann ótrygga ferðslan fyri búfólkini er eisini galdandi fyri starvsfólk og avvarðandi, sum illa tora at bakka út frá parkeringsplássunum vegna tungu ferðsluna. Av hesi orsøk kundi hámarksferðin á økinum eisini verið lækkað til 30 km/t.

 

Á ovaru síðu av Stangavegi skuldi verið ein gongubreyt, soleiðis at starvsfólk og avvarðandi trygt kundu farið ein gongutúr við búfólkunum. Sum nú er, so mugu fólk ganga út við kantin á vegnum, sum oftast á niðaru síðu av Stangavegnum, og óttast fyri at verða árend av skjóttkoyrandi bilum. Á ovaru síðu standa ofta fleiri bilar, sum ger, at tað illa ber til at fara við einum koyristóli. Longri heimi er gongubreyt eftir ovaru síðu av Stangavegnum, so tað er eyðsæð eisini at gera eina gongubreyt á ovaru síðu longri norðuri.

 

Fleiristaðni í býnum skránar gongubreytin til síðuna ímóti vegnum, helst fyri at gera tað lættari hjá bilunum at koyra inn á stykkið hjá sær sjálvum. Hjá teimum rørslutarnaðu, bæði hjá teimum við koyristóli og hjá teimum, sum eru illa gongd, er hesin skráningur sera óheppin. Fólk hava lættari við at missa javnvágina, og ringt er at stýra koyristólinum. Hesin skráningur eigur ikki at byrja úti á gongubreytini, men inni á privata grundstykkinum!

Útav gongubreytunum út á vegin má tó fleiri staðni vera ein skráningur, soleiðis at ein við koyristóli lættliga sleppur útav gongubreytini uttan at fara ov høgt útav einum kanti.

 

Gongugøtur

Ymsastaðni í kommuni t.d. út á Núp er gøtan alt ov ósløtt til koyristólar. Hesar gøtur mugu slættast, soleiðis at tey í koyristóli eisini kunnu njóta náttúruna eins og øll onnur.

 

Parkeringspláss

Kommunan má gera fleiri parkeringspláss, eisini til rørslutarnaði. Um ein við koyristóli skal inn í mentanarhúsið Varpið, so má hann parkera bilin heilt yviri við Apotekið. Best hevði verið fyri tann rørslutarnaða at parkerað nærri Varpinum.

 

Ítróttarøkið

Búfólkini siga, at atkomuviðurskiftini ikki eru nóg góð á ítróttarøkinum. Tí tað eru rørslutarnaði, sum dáma at íðka ítrótt og eisini at hyggja eftir ítrótti. Og plássið til tey rørslutarnaði, er langt frá nóg stórt.

Fleiri av teimum við skerdum førleikum hava tørv á rúmligum vesi við hondtøkum á veggjunum.

 

Upplýsing

Fyri at børn, ung og onnur betur kunnu skilja tær avbjóðingar, sum tey við seinheilaskaða hava, er týdningarmikið við kunning. Við at onnur kenna til teirra avbjóðingarnar og tørvir, fáa tey við skerdum førleikum eitt størri pláss í samfelagnum, har tey í størri mun koma at kenna seg hoyrdan, sæddan og virdan. Hetta hevur so ómetaligan stóran týdning fyri sjálvsvirðið og lívsgóðskuna, og hevur heilsufremjandi árin á ta einstaka menniskja.

 

Kommunan fyri øll

Býurin og bygdirnar í kommununi mugu vera fyri øll. Tískil vil eg arbeiða fyri, at gongubreytir skulu gerast góðar fyri koyristólar, trygdin betrast í ferðsluni, og atkoman vera góð inn í kommunalar bygningar. Hetta eru evnir, sum búfólkini á Skálagarði ynskja, at komandi býráð ger nakað við.

 

Mildrid á Lógv

Valevni í Klaksvíkar kommuni

Listi E

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ára starvsdagur - Móttøka
Tey eldru og tey royndu
Stjørnan og Neistin í kvøld kl 18.15
Tey við seinheilaskaða mugu fáa betri um…
Missiónsvika í Kfum & K
Almennur valfundur í Varpinum kl 19:00
Hoyr hvat hendi á Valkafé'in
Jú, nógvar 100 tals milliónir orsøkir at…
Leivur takkar fyri seg
Í kvøld venur A-landsliðið í Klaksvík
Valdystu­rin í hæddini - enn eitt blað
JFK-Open 2024
Eldraøkið
Bakkafrost úrslit triði ársfjórð­ingur 20…
Mangir løkir smáir...
Skúlin er hjarta í býnum!
Suður­streymoyar Sjálvstýris­felag stovnað
Hoyr hvat hendi á Valkafé'in her
Vit spurdu, tit svaraðu
Hugnaløta: Jónsvein Bech hugleiðir um Li…