Jú, nógvar 100 tals milliónir orsøkir at velja rætt
Tí má eg spyrja, hvønn politikk fólkaflokkurin fer at reka eftir komandi val? Tann hjá Jógvani Skorheim ella tann hjá núverðandi býráðslimum í Fólkaflokkinum
Jú Jógvan, tað eru nógvar 100 tals milliónir orsøkir til at velja rætt til býráðsvalið. Í grein í Norðlýsinum herfyri reypar undanfarni borgarstjóri sær av, at býurin var
Sum hann sjálvur skrivar: ”Jú, tað var nógv ferð á útbyggingini av býnum tey árini, eg var borgarstjóri, og eg eri errin av, at hetta varð gjørt av einum samdum býráð.”
Sambært Jógvani Skorheim, er tað núsitandi borgarstjóri einsamallur, sum hevur skuldarbundið kommununa við risa lántøkum, fyri at gjalda fyri verkætlanirnar, hetta hóast øll eru vitandi um, at tað er ikki borgarstjórin einsamallur, sum stýrir kommununi.
Seinastu árini havi eg sitið í samgongu við Fólkaflokkininum, har Jógvan nú er á listanum til býráðsvalið. Tí undrar tað meg, at Jógvan so grammliga boðar frá, at veljarin ikki skal velja nakran av teimum, sum hava stýrt hetta valskeiðið, men velja hann.
Tað eru júst, sum Oddmar á Lakjuni greiðir frá í grein á Norðlýsinum, at í 2021 tá ið vit komu til, hevði Klaksvíkar kommuna sáttmálabundin arbeiðir og treytaðar tilsøgnir uppá 200 millónir kr. Eisini var støðan tann, at tá vit tóku við var kommunukassin tómur og ein kassakredittur á 45 milliónir var fult trektir.
Støðan tá núverandi býráðssamgonga tók við:
Sáttmálar undirskrivaðir: 138 milliónir
- Tilsøgnir: 70 milliónir
- Kassakredittur: 45 milliónir
- Samlað: minus 253 millióni
Søguliga hevur eitt býráð umleið 60 milliónir kr til íløgur um árið ella 240 milliónir kr. eina býráðssetu. Fyri at taka saman um, so var kassin tómur tá núsitandi samgonga tók við tann 1. januar 2021 og íløgurnar fyri alla setuna vóru longu brúktar.
Av íløgum, sum núsitandi samgonga hevur framt, kunnu nevnast:
Barnagarðar, Skúlin/skúlaøki, Svimjihøllin/vælveruøki, Brandbilar, Eldraøkið, Havnaútbygging, Yvirtøka av Atlantis, Stangavegur/aðrir vegir Umframt kloakkarbeiðir o.a. fyri omanfyri 115 milliónir kr.
Tí má eg spyrja, hvønn politikk fólkaflokkurin fer at reka eftir komandi val? Tann hjá Jógvani Skorheim ella tann hjá núverðandi býráðslimum í Fólkaflokkinum.
Tað nýggja fólkafloksvalevni, fyrrverandi borgarstjórin, finst hvassliga at sínum egna flokki Fólkaflokkinum. Tað tykist, sum vit í Sambandsflokkinum hava betri samstarv við Fólkaflokkin, enn Jógvan Skorheim hevur við sín egna flokk. Tí er áhugavert at vita, um Fólkaflokkurin er samdur við Jógvani Skorheim.
Jú, orsøkirnar eru nógvar til at velja rætt til komandi býráðsval, nemliga ein sterkan Sambandsflokk, sum hevur samband við fólkið og førir ein skynsaman fíggjarpolitikk.