Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit SKULU raðfesta okkara serligu børn!

SKRIVAÐ: Monica Ósá Henriksen  |  08.11.2024 - 07:00 Politikkur Tíðindaskriv

Í hesum lesarabrævinum komi eg bert inn á nøkur heilt fá mál, sum kommunan ikki raðfestir nóg høgt. Skuldi eg nevnt øll, so kundi eg skriva eina heila bók!

 



Ongin skal detta niðurímillum ella gloymast. Tað er ov nógv, sum ikki verður raðfest, tá vit tosa um okkara børn, ið bera brek. Ov nógv tilboð, sum ikki eru til. Og hettar skal broytast.

Vit liva í 2024, og enn hevur onki spælipláss í Klaksvík verið, sum er fyri tey við rørslutarni. Klaksvíkar kommuna hevur átt eina reiggju til tey rørslutarnaðu í meir enn tvey ár. Reiggjan kostaði yvir 200.000 kr, og nústani hevur kommunan funnið onkran at seta reiggjuna upp á spæliplássinum á Kráargøtu.

Hvussu ber tað til, at tað er so torført at fáa arbeiðsfólk til nakað, sum onga tíð tekur samanborið við so nógv annað í Klaksvík?

Klaksvíkar kommuna hevur onki tilboð til børn við menningartarni aftan á skúlatíð.
Tað er gott at fleiri fáa stuðulstímar í fríðtíðarskúlanum, men teir eru ikki fyri øll børn, og har mugu onnur tilboð koma.

Eisini er bíðilisti hjá børnum við autismu. Øll fáa ikki gagn av tí tilboði, sum kommunan bjóðar aftaná skúlatíð, og tað er ikki nóg gott.

Eitt annað øki, sum eisini kann gerast enn betur til børn við serligum tørvi, er Klaksvíkar svimjihøll.

Kommunan skal gera svimjihøllina meira atkomiliga til børn við rørslutarni. Hettar kann gerast við at fáa fleiri hjálpartól inn í skiftingarrúmini - bæði hjá kvinnum og monnum.

Vit skulu hava ein grynri hyl, sum er minst 35 hitastig. Hjálpartól, sum kunnu takast fram og setast í hylin, tá ein hevur eitt barn, sum ikki klárar at sita ella standa sjálvt.

Eina góða trappu í hylin, so avvarandi, sum eru noydd at bera børnini, koma lættari í hylin. Eitt mini spæliland í hylinum og nógvar baðileikur.

Slíkum hyli fáa eisini onnur smábørn og barnafamiljur gagn av.

 


Monica Ósá Henriksen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hava politikarar gloymt demensøkið?
50 ára starvsdagur - Móttøka
Javnaðar­flokku­rin valt lands­stýris­fólk
Fólka­flokskafé í Skálanum
Tilflytarar í Klaksvík – Ein inklusiv ko…
Tað skal gerast vakrari og tryggari
Pensjónistar­nir snýttir fyri prísjavning…
Norðlýsið tippar: Súsanna í Heilsumálará…
Epli og røtur av Sandi
Vit SKULU raðfesta okkara serligu børn!
Skal nakað meira gerast á Kalsoynni, so…
Dávid heldur fram í KÍ
Atlantic Navigator aftur í Ánunum
Arbeiða­rin rýmir til høgru – undan akade…
Ferðslutrygd á Stangaveg­num 
KT-trygdin hjá Klaksvíkar Kommunu
Bakkafrost keypir nýggja tvíkilju frá KJ
Gullbrúdleyp hjá Annu og Ásmund Lassen
Hallur kemur hoym: Nøkur fá atgongumerki…
Ein stórur heiður og vit hava gott mót
Lýsing