Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skal nakað meira gerast á Kalsoynni, so skulu meira enn tveir bollar til

SKRIVAÐ: Símun á Høvdanum  |  08.11.2024 - 06:00 Politikkur Tíðindaskriv

Eg eri eitt sindur bygdasligur siga fólk, men tað er positivt í mínum oyrum

 

Fyri júst fýra árum síðani var eg og vitjaði á Kalsoynni, har eg og vinurin hjá mær á Húsum Sólarn Isaksen vóru runt allar bygdirnar og hugdi eftir trupulleikanum hjá tykkum har yviri og so er brennandi spurningurin, eru teir loystir?

Fólkaflokkurin saman við Karl hava raðfest Kalsoynna í hesari setuni, eitt nú er ein nýggjur dagstovnur "Blómugarðurin" tikin í nýtslu tann 15. februar í ár og tað fer at fáa sera stóran týdning fyri oynna, tað er jú børnini sum er framtíðin hjá okkum øllum.

Nýggj farstøð er gjørd á Syðradali, tað eru tvey stór stig a vegnum, men tað frættist at farstøðin á Syðradali má gerast meira vinarlig fyri fólki sum bera brek og tað má gerast skjótast gjørligt. 

Fekk tvær stemmur í Kalsoynni til seinasta Býráðsval, eina á Húsum og eina í Mikladali, men har skulu meira enn tveir bollar til, fyri at eg skal vera valdur inn í Klaksvíkar Býráð, manglaði lítið í síðst og bleiv fyrst eykavaldur og komi eg inn hesaferð, so skal Kalsoyggin raðfestast enn hægri.


Her nøkur mál eg ætli mær at arbeiða fyri tykkum á Kalsoynni:
- Ferðasambandi skal gerast betri, eisini busssambandi.
- Staðarbunda nevndin skal vera meira hoyrd.
- Bústaðarmøguleikarnir gerast betri, tað skal vera møguleiki at seta búgv á Kalsoynni.
- Ferðavinnan skipast betri og við tøttum samstarvið við Staðarbunda nevndina og Visit Kalsoy.
- Vegasambandi á Kalsoynni skal dagførast
- Eldraøkið má raðfestast nú og ein ætlan má gerast, so at tey eldru eisini kunnu búðleikast á Kalsoynni.

Nógv onnur mál kunnu nevnast, eitt nú kloakkviðurskiftini og parkeringsviðurskiftini á oynni, men tað mugu vit koma aftur til eftir 12. november, men sum sagt, so skulu aðrir og fleiri bollar í suppuna og tað krevst at tit velja ein sterkan Símun á Høvdanum til Býráðsvalið hesaferð.

Eg eri eitt sindur bygdasligur siga fólk, men tað er positivt í mínum oyrum.

X við Símun á Høvdanum
SO VERÐUR TAÐ GJØRT

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum