Tað skal gerast vakrari og tryggari
Í okkara kommunu skal tað vera hugaligt at fara við børnum, gestum ella bara sjálvi at ferðast til gongu.
Tá ið eg var smádrongur, plagdi omma at siga við meg, at eyguni skulu eisini hava sítt. Sum ein veksur til, gongur tað eisini upp fyri einum, at tað vakra er hugtakandi. Tað er tí, vit síggja stórt í ymiskum málningum, ið fanga okkum. Litirnir, litspælið ella sjálvt motivið.
Bygdirnar í kommununi hava hvør sín vakurleika, summar við stórum vøkrum fløtum, viðarlund ella stórbærari náttúru. Í Klaksvík er nógv bygt, og tí áliggur tað eisini okkum at gera eyka nógv fyri at gróðurseta trø, beinkir og annað, so vit fáa økir, har vit trívast og vilja vera.
Eg havi 4 boð uppá, hvat kann gera Klaksvík vakrari og tryggari
Nógv fleiri trø skulu gróðursetast
Fyri nøkrum árum síðan tóku vit stig til at gera eina ætlan, har trø og flisar vórðu gróðursett frá býráðshúsinum og út til Roykstovuna. Eisini fevndi ætlanin um strekkið frá posthúshorninum og heilt niðan til gomlu kioskina hjá Sigrid. Økið framman fyri JAP, ALFA og SUMMARDÁAN er gjørt eftir hesi ætlan.
Vit skulu gróðurseta nógv fleiri trø næstu 4 árini, so vit fáa ein hugnaligan bý.
Fríðka og gera miðbýin lidnan
Enn er miðbýurin eitt arbeiðspláss, og royndirnar við at leggja undirlag kring Biskupstorg hevur milt sagt miseydnast. Við í upprunaligu ætlanunum var, at trø skuldu gróðursetast, og Ósáin millum Biskupstorg og Húsarhaldsskúlan var ein vakur blettur, ið mest minti um ein gamlan føroyskan áarbakka við hjálpirótum og ymiskum vøkrum vøkstri.
At gera miðbýin lidnan - fáa rætta finish - tað skal vera málið næstu 4 árini.
Betri parkeringsviðurskiftir
Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at parkeringsviðurskiftini í býnum eru alt ov vánalig. Sjálvandi skulu vit gera meir fyri at loysa avbjóðingarnar í og kring miðbýin, men sanniliga eisini aðraðastaðni. Í fleiri býlingum hava fólk ampa av bilum, ið standa á vegnum og elva til vanda, tá ið smábørn eru til gongu. Tí verður neyðugt at raðfesta fleiri parkseringspláss.
Betri atkomumøguleikar til fólk við rørslutari
At skera burtur úr fortovskantum, at gera atkomuna til almennar bygningar høgligari og at hava tað við hvørjaferð, tá ið nýggir bygningar verða teknaðir, skal vera eitt krav.
Vit skulu øll vera her, og vit skulu øll njóta okkara pragtfulla bý. Tí skulu vit eisini gera tað møguligt hjá øllum at vera við.
Jógvan Skorheim
Valevni Fólkafloksins