Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ferðslutrygd á Stangavegnum 

SKRIVAÐ: Lonnie Bengtsen   |  07.11.2024 - 15:30 Politikkur Tíðindaskriv

Stangavegnurin er vandamikil orsakað av ov høgari ferð. Vantandi gonguteigar skapa ótryggar umstøður fyri fótgangarar, serliga børnini. Eg ynski at arbeiða fyri at betra um ferðslutrygdina við at gera gonguteigar og parkeringspláss. 

  
  
Nú vit tosa um at fáa skil á ferðslutrygdina, haldi eg, at vit burdu hugt eftir strekkinum millum Stangaveg og tey norðastu húsini norðanfyri Skálagarð.  

Innkomuleiðin frá Ánavegnum til Stangaveg er ein fløskuhálsur. Loyvda ferðin eftir Ánavegnum minkar niður í 60 kilometur um tíman og síðani niður í 40 eftir Stangavegnum. Har er smælt og myrkt, eingin gonguteigur og onki fótgangarafelti. 

Men tað er verri enn so, at bilførarnir minka um ferðina eftir hesum strekki, sum fyriskrivað. Teir flestu koyra 50 og fleiri 60 kilometur um tíman inn eftir Stangavegnum, ímeðan tað í grundini er ein so smælur vegur, at hámarkið átti at verðið sett niður á 30 kilometur um tíman. Tí er eisini stórur vandi fyri stórum skaða á hesum vegastrekkinum, um ikki okkurt verður gjørt beinanveg. 

 

Hámarksferðin lækkast 

Hóast allur Stangavegurin er vorðin ein 40 km/t sona, er eingin bati hendur, tí ferðslan á vegnum virðir ikki reglurnar. Tí eru summi eisini farin at parkera á ovaru síðu á vegnum, bert fyri at tvinga ferðina niður. Hetta hjálpti faktiskt, men tað var skjótt at eitt forboðsskeltið varð sett upp, so tað ikki longur er loyvt at parkera á ovaru síðuni. So nú er aftur mest sum frítt hjá bæði norðurkoyrandi og suðurkoyrandi at bróta hámarksferðina.  

Nógvar barnafamiljur búgva framvið Stangavegnum, og skulu børnini út at spæla, so torir ein ikki at víkja frá glugganum í berum óttan fyri tí heit stóru vanlukkuni, tí eingin gonguteigur er niðanfyri vegin, og heldur onki fótgangarafelti. Skal ein yvirum vegin, so er onki annað at gera, enn at fáa sær renningarlop ímillum skjóttkoyrandi bilarnar. 

 

Fleiri parkeringspláss 

Tvey stór grøn økir eru á niðaru síðu á Stangavegnum. Her hevði borðið væl til at gjørt fleiri parkerings pláss til tey sum búgva fram við Stangavegnum og soleiðis fingið allar parkeraðar bilar av vegnum. Hetta hevði givið pláss til gonguteig niðanfyri vegin, og hetta hevði bøtt nógv um trygdina hjá fótgangarum.  

Neyðugt er eisini við fleiri fótgangarafeltum norðanfyri tað, sum er við tað seinasta við bussskýlið omanfyri Kósina.  

 

X við Lonnie Bengtsen

Sjálvstýri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dávid heldur fram í KÍ
Epli og røtur av Sandi
Atlantic Navigator aftur í Ánunum
Arbeiða­rin rýmir til høgru – undan akade…
Ferðslutrygd á Stangaveg­num 
KT-trygdin hjá Klaksvíkar Kommunu
Bakkafrost keypir nýggja tvíkilju frá KJ
Gullbrúdleyp hjá Annu og Ásmund Lassen
Hallur kemur hoym: Nøkur fá atgongumerki…
Ein stórur heiður og vit hava gott mót
Klaksvíkar kommuna skal vera fyri alt fó…
Virðiligar karmar og umstøður til Norðoy…
Vel ein sjúkrarøktar­frøðing í býráðið
Grannskoðanin ávaraði fleiri ferðir um v…
Klaksvík fyri øll 
Frælsi til eitt sjálvstøðugt, trygt og v…
Russlands­sáttmálin er eisini fullveldiss…
90 ár føðingardagur
Tvær stórar keypssamtøkur samstarva tvør…
Settu okkum í samband við Russar
Lýsing