Vel ein sjúkrarøktarfrøðing í býráðið
Hesa grein havi eg skrivað sum eina umsøkn um eitt starv, tí tað er veljarin – tú – sum nú skalt seta nøkur fólk í eitt áramálsstarv í fýra ár, at umboða teg og tíni í Klaksvíkar kommunu.
Eg eiti Sylvia Thomsen og eri 45 ára gomul. Eg eri uppvaksin í Klaksvík og búgvi í Ánunum.
Eg varð útbúgin sjúkrarøktarfrøðingur í 2009 og havi seinastu fimm árini starvast á seingjardeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Umframt hetta havi eg starvast í fleiri ár á Ellis- og Vistarheiminum og á Demens deildini á Gøtubrá í Norðagøtu.
Sum persónur eri eg jalig og síggi møguleikar framum forðingar. Mín persónliga styrki er, at eg fari all in í tí, sum eg geri og at eg ikki gevi upp. Eg leggi nógva orku í eitt gott og konstruktivt samskifti, men eri hinivegin ikki rødd fyri at bera tað óbehagiliga uppá mál, tá tað er neyðugt.
Kjarnuvirði
Míni kjarnuvirði eru, at ábyrgdin fyri og tørvurin hjá tí lágtsetta kemur framum loyalitet fyri tí høgtsetta. Í einum hierakiið verður hetta stundum sæð sum ein veikleiki.
Hetta er fyrstu ferð, eg bjóði meg fram sum valevni til eitt kommunuval. Eg havi tí ongar polittiskar royndir at vísa á, men eg kann lova, at eg fari at vera erlig, jalig, ágrýtin og atkomulig.
Sjálvsagt kann eg skriva undir uppá allar tær vanligu vallyftis-kliché’irnar, tí tað er í mínum hugaheimi undirforstaðið, at eitt býráð í øllum málum miðjar eftir skynsemi burðardygd, haldføri og framgongd.
Málini eg brenni fyri
Málini eg brenni fyri snúgva seg oftast um fólkaheilsu og liviumstøður, og tískil eisini um at økja um inntøkurnar hjá kommununi. Eldraøkið stendur í fríum falli - eisini í Klaksvíkar kommunu - vegna vaksnadi tørv á búðstøðum og arbeiðsmegi, alt í meðan kommunan higartil ikki hevur raðfest hetta økið í mun til tørvin. Akuttur tørvur er tí á at uppnormera og harvið vaksa um virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu.
Mær er sagt, at ongantíð áður hevur eitt umboð við heilsufakligari útbúgving sitið í býráðnum. Hetta undrar meg, nú vit í fleiri ár hava sæð trupulleikarnar á røktarøkinum troðka seg inná okkum. Tí tykist tað mær bæði neyðugt og upplagt, at býráðið fær eitt umboð, ið hevur kennskap til, hvussu trupulleikarnir síggja út frá gólvinum av. Hetta meti eg meg hava, umframt at eg meti meg hava pondus, bæði til at lýsa trupulleikarnar í einum býráðið og at argumentera fyri neyðugum broytingum. Eisini havi eg boð uppá loysnir, sum eg havi skrivað um í aðrari grein við yvirskriftini “Eldraøkið hevur tveir akuttar trupulleikar – ov fá búpláss og ov fá starvsfólk”.
Hesa grein havi eg skrivað sum eina umsøkn um eitt starv, tí tað er veljarin – tú – sum nú skalt seta nøkur fólk í eitt áramálsstarv í fýra ár, at umboða teg og tíni í Klaksvíkar kommunu.
Við vón um at verða vald.
Sylvia Thomsen
Valevni á lista D