Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Rúni Rasmussen, kommunustjóri og Karl Johansen, borgarstjóri á kunningarfundi um KT-álopið | Mynd: kvf.fo

Grannskoðanin ávaraði fleiri ferðir um vantandi KT-trygd

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.11.2024 - 08:14 Tíðindi

Higartil hevur álopið kosta Klaksvíkar kommunu smáar 4 mió krónur, sigur Kringvarpið í morgun

 

26. september skrivaði Norðlýsið grein við yvirskriftini: Tann stóri feilurin er at kommunuleiðslan ikki hevur tikið KT-trygd í nóg stórum álvaraVit høvdu tá eina samrøðu við ein KT-serfrøðing, sum setti stór spurnartekin við KT-trygdina hjá Klaksvíkar kommunu. Kringvarpið hevur fingið innlit og hevur í morgun søgu, sum staðfestir at so er. 

 

Grannskoðanin hjá Klaksvíkar kommunu ávaraði fleiri ferðir um at KT-trygdin ikki var í lagi. Seinasta ávaringin kom í vár, bert fáar mánaðir áðrenn kommunan var álopin av teldusníkum. Ábyrgdin av vantandi KT-trygd peikar alsaman meira inneftir í kommununa sjálva, veit Kringvarpið at siga. 

Fyrra hálvár í 2023 valdi Klaksvíkar kommuna sjálv, at átaka sær uppgávuna at tryggja dáturnar í kt skipana hjá kommununi. Ein uppgáva sum frammanundan hevði ligið hjá NEMA.

Hetta fekk NEMA at skriva soleiðis til sínar vinnukundar um trygdarstøðuna: Tað er týdningarmikið at leggja aftrat at kommunan sum nýligani var álopin ikki er í okkara hýsing. Tey hava egna hýsing við egnari umsiting. Tað merkir at hóast tey brúka skipanir frá NEMA hava vit onga ávirkan á teirra trygd, sigur Kringvarpið

Klaksvíkar kommuna hevur higartil ikki vilja gjørt viðmerkingar til sítt samstarv við NEMA um KT-trygd, sigur Kringvarpið. 

Umfatandi álopið á KT kervið hjá Klaksvíkar kommunu hevur higartil fingið tað eftirspæl, at ein fyritøka við sergrein í KT-trygd skal lýsa málið og býráðið skal eisini taka støðu til um ein uttanhýsis kanning skal setast í verk.  

Higartil hevur býráði biði um 3,8 mió í eykajáttan fyri at rinda tað sum álopið hevur haft við sær. Hetta er viðgjørt á afturlatnum fundi, sigur Kringvarpið. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dávid heldur fram í KÍ
Epli og røtur av Sandi
Atlantic Navigator aftur í Ánunum
Arbeiða­rin rýmir til høgru – undan akade…
Ferðslutrygd á Stangaveg­num 
KT-trygdin hjá Klaksvíkar Kommunu
Bakkafrost keypir nýggja tvíkilju frá KJ
Gullbrúdleyp hjá Annu og Ásmund Lassen
Hallur kemur hoym: Nøkur fá atgongumerki…
Ein stórur heiður og vit hava gott mót
Klaksvíkar kommuna skal vera fyri alt fó…
Virðiligar karmar og umstøður til Norðoy…
Vel ein sjúkrarøktar­frøðing í býráðið
Grannskoðanin ávaraði fleiri ferðir um v…
Klaksvík fyri øll 
Frælsi til eitt sjálvstøðugt, trygt og v…
Russlands­sáttmálin er eisini fullveldiss…
90 ár føðingardagur
Tvær stórar keypssamtøkur samstarva tvør…
Settu okkum í samband við Russar
Lýsing