Virðiligar karmar og umstøður til Norðoya Bjargingarfelag
Norðoya Bjargingarfelag hevur síðani 1957 verið ein ómissandi stuðul fyri trygdina hjá borgarunum í Klaksvík og nærliggjandi økjum. Við treystum sjálvbodnum arbeiði hava teir í felagnum staðið til reiðar at hjálpt, tá tørvur hevur verið á bjarging. Men umstøðurnar hjá felagnum eru tengdar, tí teirra virksemi er spjatt ymsastaðni í býnum, og tað ger arbeiðið tungt og tíðarkrevjandi.
Í gjar tann 6.novembur vóru valevnini boðin til kunningarfund hjá Norðoya Bjargingarfelag í gomlu havnaskrivustovuni, har valevnini fingu innlit í teirra tørv og gerandisdag. Tað varð eyðsæð, at ein loysn er alneyðug, um felagið skal halda fram við sínum týdningarmikla virksemi. Felagið hevur arbeitt leingi fyri at fáa samlað alla útgerð og virksemi undir einum taki, men hóast stuðul í samgonguskjalinum og ætlanir um eina loysn, er málið ikki komið víðari.
Á fundinum gjørdist greitt, at ein stórur trupulleiki er manglandi samskifti millum kommununa og felagið. Felagið hevur fleiri ferðir vent sær til kommununa við sínum ynskjum og tørvi, men hevur ikki fingið ítøkiligt svar ella framgongd. Hetta er ein avbjóðing, sum skal loysast um vit skulu tryggja, at Norðoya Bjargingarfelag kann halda áfram at tæna øllum borgarunum.
Sum valevni vil eg virka fyri, at Klaksvíkar kommuna ger eina ítøkiliga avtalu við Norðoya Bjargingarfelag, sum tryggjar teimum eitt hóskandi grundøki ella bygning. Ein slík loysn gevur felagnum betri karmar og stuðlar teirra týdningarmikla arbeiði. Við einum vælvirkandi samskifti og eini langtíðar loysn kunnu vit tryggja, at Norðoya Bjargingarfelag framhaldandi er ein trygg grundsúla í okkara samfelag – til reiðar at veita hjálp, tá á stendur.
Álvur M. Zachariasen - Ein spíri úr sterkari rót.
Valevni fyri lista D til kommunuvalið 12. novembur í Klaksvík.