Klaksvíkar kommuna skal vera fyri alt fólkið
Her í Klaksvík kunnu vit skjótt blíva samd um, at vegir, gongubreytir og atkomumøguleikar sum heild als ikki eru nøktandi, og at hetta má bøtast um sum skjótast. Vit mugu ikki gloyma, at vit hava nógv fólk í kommununi, sum á ein ella annan hátt eru skerd og fyri hesi menniskju kann tað vera sera torført at koma runt í býnum og at koma inn ymsastaðni.
Eisini hava vit bygningar, har skipað verður fyri ymsum tiltøkum, men ikki er hugsað um atkomumøguleikar, vesi og annað, sum má vera í lagi fyri, at øll kunnu fáa gagn av tí.
Um vit hugsa um frítíðarvirksemi í kommununi, so eru eisini fleiri manglar har. Lat okkum taka Klaksvíkar svimjihøll sum dømi.
Svimjihøllin skal vera fyri øll, men soleiðis er tíverri ikki í dag og soleiðis hevur tað ikki verið, síðani okkara nýggja svimjihøll læt upp fyri 10 árum síðani.
Í 2007 var fyrsta byggistig liðugt, og í 2014 var annað byggistig liðugt. Vit høvdu nú fingið eina spildurnýggja svimjihøll, sum síðani er útbygd við vælveruøki bæði innan og uttandura, og hava vit í Klaksvík og onnur vitjandi havt stóra gleði av okkara stásiligu svimjihøll.
Men støðan er tíverri tann, at vit hava fleiri fólk í Klaksvíkar kommunu, sum ikki fáa somu gleði av svimjihøllini og vælveruøkinum. Trupulleikin er, at svimjihøllin í 2024 ikki hevur so frægt sum eitt skiftingarrúm til fólk við serligum/øðrvísi tørvi, sum hava tørv á einum fylgjara ella starvsfólki aftur at sær. Eitt handikappskiftingarrúm, sum í míni verð skuldi verið ein sjálvfylgja.
Tey, ið minnast gomlu svimjihøllina, minnast helst eisini, at har var eitt skiftingarrúm úti í gongini til fólk við serligum tørvi. Eitt handikappskiftingarrúm, sum riggaði fínt.
Eitt dømi úr mínum gerandisdegi. Eg arbeiði við vaksnum fólki við menningartarni, og hava fleiri av teimum stóra gleði av at svimja og vælveru. Stórur partur av okkara fólki eru vaksnir menn, og flestu av okkara starvsfólki eru kvinnur. Um eg skal svimja við einum manni, ið hevur brúk fyri fylgjara, kann eg sjálvsagt ikki tað. Eg kann ikki taka hann við mær inn til kvinnurnar, og eg kann, sum kvinna, heldur ikki fara inn í mannfólkarúmið við honum.
Tað eru eisini fleiri onnur dømi, sum eg kundi tikið við. T.d tey, sum eru illa gongd ella á ein ella annan hátt ikki megna at fara inn í vanligu skiftingarrúmini, tey hava heldur ikki møguleika at svimja ella njóta okkara vælveruøki.
Tí er tað alneyðugt at gera eitt handikappskiftingarrúm, sum er fyri seg, so vit øll kunnu hava gleði av Klaksvíkar svimjihøll og vælveruøki.
Eg trúgvi ikki, at hetta er nakað, sum fólkið hugsar um, men fyri nøkur menniskju er hetta avgerandi. Vit mugu ikki lata tey veikastu detta niður ímillum í Klaksvík, men heldur vísa, at vit eru ein stolt kommuna, sum gongur fremst fyri tey menniskju, sum hava tørv á okkara hjálp fyri at lætta og bøta um teirra gerandisdag.
Her mugu atkomumøguleikar av ymsum slag á øllum kommunalum støðum vera av teimum allarbestu, soleiðis at okkara kommuna, Klaksvíkar kommuna, er ein kommuna fyri okkum øll.
Menniskjað fyrst!
Joan Heinesen, valevni hjá Norðoya javnaðarafelag