Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ruth Vang, tú hevur gjørt ein brølara!

SKRIVAÐ: Erhard Joensen  |  17.11.2024 - 15:11 Politikkur Tíðindaskriv

Við at broyta skattligu viðurskiftini hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands, bæði á landi og til sjós.

 

 

Føroyingar hava altíð verið mobilir, fyrst og fremst tí føroyska arbeiðmegin er dugnalig og eftirspurd í londununm kring okkum.

Eftir sjálvskapta skrædlið í 1992, eggjaðu vit okkara fólki at fara í útlondini at vinna til dagsins uppihald og gjørdu samstundis skipanir, sum gjørdu, at tað loysti seg hjá teimum at fara.

Einsstaklingar og feløg løgdu seg veruliga í selarnar fyri fáa samband við veitarar, serliga innan oljuvinnuna í Norra, og hetta hepnaðist, og hetta er eitt bragd í sær sjálvum.

Og tað hevur gingist hesum fólkum og teirra familjum væl.

 

Gull verd fólk

Hesi fólk hava síðan tá verið gull verd fyri Føroyar, tí tey eru komin heim við milliardum av krónum til sínar familjur og til Føroyar, og sum eru brúktar her og hava skapt ovurhonds stórt virksemi herheima, hvar landskassin hevur fingið sín part.

Tað er beinleiðis fáfongd at spæla hazard við hesum inntøkum, fyri møguliga at fáa ein ikki eksisterandi løtuvinning. Tí hetta kemur at føra við sær, at nógvir av okkara landsmonnum og kvinnum flyta av landinum. Fleiri eru longu fluttir, skal eg heilsa og siga! Hetta er ein skandala, tí hetta kemur at hava júst tað øvugtu effektina av tí, sum Ruth og samgongan billa okkum inn, at hetta kemur at økja um arbeiðsútboðið í Føroyum.

Tað kemur tvørturímóti at minka um arbeiðsútboðið. Tí nógv av teimum, sum arbeiða uttanlands, arbeiða herheima í frítíðini, sjálvt um tey tá verða rættuliga hart skattaði.

Harumframt rinda tey føroysk arbeiðsmarknaðargjøld, eru limir í føroyskum fakfeløgum og gjalda limagjald har, gjalda føroyska eftirløn, sum verður skattað í Føroyum.

Eisini hava vit nú nøkur feløg, sum eru sera dugnalig, og arbeiða á altjóða marknaðinum, hvar krøvini til starvsfólkið eru sera strong. Hetta áttu vit at verið stolt og errin av, og heldur lati tey fingi frið at arbeitt, til frama fyri okkum øll.

 

Vitanartung størv

Nógv av hesum størvunum eru vitanartung størv, og sum gera Føroyar ríkari og fjølbroyttari. Føroyingar sum arbeiða uttanlands, arbeiða hjá nøkrum av fremstu fyritøkum í heiminum, nevnast kunnu m.a. Aker Solutions og Aibel, sum eru førandi í heiminum innanfyri orkutøkni.

Fyri hetta geva vit teimum ein lítlan skattafyrimun, sum eftir mínari meting, eru sera væl útgivnir pengar.

Eg havi hoyrt útsagnir frá m.a. Vinnuhúsinum, um at allar frádráttarskipanir skulu avtakast her og nú. Lat meg bara sláa fast, tað er ikki Vinnuhúsið, sum førir politikk í Føroyum, tað ger Føroya Løgting.

 

Steðga á Ruth Vang

Eg fari við hesum at heita á Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um at seta í gildi aftur teir skattligu fráfráttir, sum hesi fólk hava fingið í nógv ár.

Tosa við vinnuna, sum hetta rakar, tí tað kann ikki verða í áhuganum hjá tær ella sitandi samgongu, at reka enn fleiri føroyskar familjur av landinum, ella at gera Føroyar fátækari og minni fjølbroyttar.

 

Erhard Joensen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroysk fiktión: Komandi fimm týskvøld v…
Vencil 23 er komin
Tøkk - Fríðborg Klein Jacobsen
Fyrstu vínbøndur í Føroyum
Mjølnir tók fyrstaplássið eftir sigur á…
Nøkur hagtøl frá valúrsliti­num í Klaksví…
Lea og Líggjas úr Ægir eru ársins svimja…
Høgni vann í kvikdrama
Leggja samgonguskjalið fram í Varpinum
Bókaframløga í Varpinum
Høgætt og kalt alla vikuna
Prematur dagur sunnudagin
Norðlýsið stungið hondina í eitt vespure…
Sangkórið syngur í Betesda sunnukvøldið…
Ruth Vang, tú hevur gjørt ein brølara!
Embætismanna­veldið og skattaum­skipanin
Myndarøð: Gøtu niðan á vitan
Silja Strøm sýnir fram í Gamla Seglhúsin…
Formansfrágreiðing: Frælsi til familju o…
Takk fyri álitið