Høgætt og kalt alla vikuna
Næstan ikki neyðugt at skriva um veðrið dag fyri dag fyri vikuna, sum stendur fyri framman. Hann fer at liggja av norði næstu 5 dagarnar. Miðalvindurin ikki allatíðina líka, veksandi úr 10 m/s í morgin upp í 20 m/s mikudagin. So minkar aftur.
Orsøkin er eitt lágtrýst, sum fer at standa yvir Noregi, Svøríki og Finnlandi. Tað fer ikki at flyta seg stórvegis, so høgættarrákið fer at halda fram. Luftin hevur uppruna so langt norðuri, sum tað ber til – á Norðpólinum.
Í høgættini eru kavaæl mestsum alla tíðina. Ikki líka tjúkk alla tíðina, men í veðurkortunum fyri vikuna eru bert fáir og smáir glottar í avfallinum.
Veðrið í vikuni – dag fyri dag:
Mánadagin:
5 til 10 m/s norðan, onka løtu upp í 13 m/s, hálvskýggjað og kavaæl allan dagin. Hitin úr einum stigi undir frostmarkinum upp í 3 stig.
Týsdagin:
10 til 15 m/s norðan, onka løtu upp í 18 m/s, hálvskýggjað og kavaæl allan dagin. Hitin úr tveimum stigum undir frostmarkinum upp í 3 stig.
Mikudagin:
13 til 18 m/s norðan, onka løtu upp í 20 m/s, hálvskýggjað og kavaæl allan dagin. Hitin úr tveimum stigum undir frostmarkinum upp í 3 stig.
Hósdagin:
Minkandi niður í 5 til 10 m/s av landnyrðingi, um kvøldið fer hann aftur upp í norðan. Hál- ella smáskýggað og kavaæl fyrrapartin, smáskýggjað og yvirhøvur turt seinnapartin og um kvøldið. Hitin úr einum stigi undir frostmarkinum upp í 4 stig.
Fríggjadagin:
Um 5 m/s av norði ella landnyrðingi, smáskýggjað og bert nøkur kavaæl allan dagin. Hitin úr einum stigi undir frostmarkinum upp í 4 stig.