Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mjølnir tók fyrstaplássið eftir sigur á Fleyr

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  18.11.2024 - 06:58 Ítrottur Tíðindi

Samanumtikið var sigurin tryggur, tó at Fleyr í øllum settum var á odda, men tað var serliga ímóti endanum á settunum, at Mjølnir var stinnari

 

Polestar-deildin:

Fleyr – Mjølnir 1-3 (16-25, 20-25, 25-16, 21-25)

Við 3-1 sigri á Fleyr sunnudagin legði Mjølnir seg fyribils á fyrstaplássið í Polestar-deildin; tvey stig frammanfyri SÍ, sum tó hevur spælt ein dyst færri. Samanumtikið var sigurin tryggur, tó at Fleyr í øllum settum var á odda, men tað var serliga ímóti endanum á settunum, at Mjølnir var stinnari.
Eftir at Fleyr hevði lagt seg á odda 15-14 í fyrsta setti, gekk av skriðuni, tí Fleyr vann bert eittans stig aftrat, og Mjølnir vann settið 25-16.

Heimaliðið var eisini væl við í øðrum setti og var á odda til miðskeiðis í settinum – eitt skifti við fýra stigum – men tá settið skuldi avgerast, vóru gestirnir úr Klaksvík skarpari og vunnu 25-20, eftir at Fleyr annars hevði bart seg upp á 20-21.
Fleyr fekk flúgvandi byrjan upp á triðja sett og fór framum 6-1 og økti so líðandi um munin, til settið varð vunnið 25-16.  
Fleyr bjóðaði aftur av í fjórða setti og legði seg á odda 15-12, eftir at Mjølnir hevði verið á odda fyrstu løtuna. Men eftir 16-14 til Fleyr vann Mjølnir fimm stig á rað og legði seg framum 19-16. Fleyr treiskaðist og stríddi seg upp á 21-22, men tá settið skuldi avgerast, var Mjølnir aftur stinnari og vann 25-21.
 

ÍF – Ternan 3-0 (25-21, 25-23, 25-12)

ÍF vann sín fyrsta sigur í ár, tá Ternan var á vitjan sunnudagin. Hjá Ternuni spældi nýggi kanturin úr Kanada, Aragona Nikolas Moser, sín fyrsta dyst, og hann munaði væl, tí bæði í fyrsta og øðrum setti beit Ternan væl frá sær, áðrenn avsmurningin í triðja setti.

Gaman í var Ternan ikki á oddan eina ta einastu ferð í dystinum, men í fyrsta setti kom Ternan upp á 21-22, áðrenn ÍF tryggjaði sær settið 25-21, og í øðrum setti kom Ternan heilt upp á 23-24, áðrenn ÍF vann settið 25-23 við sínum fjórða settbólti. Í triðja setti var kortini stórur munur, og ÍF vann lættliga 25-12.

Støðan í Polestar-deildini:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroysk fiktión: Komandi fimm týskvøld v…
Vencil 23 er komin
Tøkk - Fríðborg Klein Jacobsen
Fyrstu vínbøndur í Føroyum
Mjølnir tók fyrstaplássið eftir sigur á…
Nøkur hagtøl frá valúrsliti­num í Klaksví…
Lea og Líggjas úr Ægir eru ársins svimja…
Høgni vann í kvikdrama
Leggja samgonguskjalið fram í Varpinum
Bókaframløga í Varpinum
Høgætt og kalt alla vikuna
Prematur dagur sunnudagin
Norðlýsið stungið hondina í eitt vespure…
Sangkórið syngur í Betesda sunnukvøldið…
Ruth Vang, tú hevur gjørt ein brølara!
Embætismanna­veldið og skattaum­skipanin
Myndarøð: Gøtu niðan á vitan
Silja Strøm sýnir fram í Gamla Seglhúsin…
Formansfrágreiðing: Frælsi til familju o…
Takk fyri álitið