Nøkur hagtøl frá valúrslitinum í Klaksvíkar kommunu
Hvørjir persónar gingu mest fram og aftur ímun til 2020? Hjá trimum flokkum var hetta antin besta ella vánaligasta valúrslit nakrantíð.
Núverandi og fyrrverandi borgarstjórar við størstu fram- og afturgongd
Núverandi borgarstjórin, Karl Johansen, hevði størstu framgongdina í atkvøðum í mun til 2020, meðan fyrrverandi borgarstjórin, Jógvan Skorheim, hevði størstu afturgongdina í atkvøðum. Har skal sigast, at Jógvan stillaði upp fyri tveir ymiskar flokkar, so tað ber ikki til heilt at samanbera har.
Størst framgongd í atkvøðum frá 2020:
125: Karl Johansen (Sambandsflokkurin)
98: Anfinn í Toft (Tjóðveldi)
88: Annika S. Biskopstø (Tjóðveldi)
Størst afturgongd í atkvøðum frá 2020:
176: Jógvan Skorheim (Fólkaflokkurin, Sjálvstýri í 2020)
86: Signhild V. Johannesen (Javnaðarflokkurin)
61: Atli S. Justinussen (Fólkaflokkurin)
Tveir komu í topp 4 fyri ’’debut’’
Fríðin Ziskason og Hermann Samuelsen komu í topp 4 fyri persónar, sum hava fingið flestar atkvøður til eitt kommunuval í Klaksvíkar kommunu av teimum, sum ongantíð hava stillað upp til kommunu-, løgtings- ella fólkatingsval frammanundan. Men Karl Johansen toppar framvegis hendan listan frá 2020.
Flestar akvøður í Klaksvíkar kommunu fyrstu ferð ein er stillaður upp til val:
2020: Karl Johansen (Sambandflokkurin) 230
2024: Fríðin Ziskason (Fólkaflokkurin) 173
2016: Beinir Johannesen (Fólkaflokkurin) 170
2024: Hermann Samuelsen (Sambandsflokkurin) 154
Símun tók ''óheppið met''
Símun á Høvdanum tók met fyri flestar atkvøður nakrantíð hjá einum, sum ikki er komin inn. Símun á Høvdanum úr Fólkaflokkinum fekk 150 atkvøður.
Søgulig úrslit hjá fleiri flokkum
Hjá fleiri flokkum var hetta kommunuvalið í Klaksvíkar kommunu søguligt.
Hjá Sambandsflokkinum var hetta besta valúrslitið nakrantíð og fyrstu ferð, at Sambandsflokkurin var størri enn Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi.
Hjá Javnaðarflokkinum og Sjálvstýri var hetta vánaligasta valúrslitið nakrantíð.
Hjá Fólkaflokkinum var hetta næstbesta valúrslitið nakrantíð.
Hjá Tjóðveldi var hetta besta valúrslitið síðani 2012.
Kelda:
Valurslit.fo